Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Sørvágur - Slættanes

  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-105-img-0241-jpg
    Útsýnið frá Hálsi omanfyri Sørvág, yvir á Vatnsoyrar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-107-img-0243-jpg
    Útsýnið frá Slættanesgøtuni norður móti Fjallavatni. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-111-img-0249-jpg
    Útsýnið norður yvir Fjallavatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-112-img-0250-jpg
    Útsýnið frá Ánni á Fjøllum yvir Fjallavatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-113-img-0252-jpg
    Á leiðini tvørtur um Ánna á Fjøllum, er hugnaligt - kanska rætta løtan til ein kop av kaffi við góðum útsýnið yvir Fjallavatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-117-img-0262-jpg
    Á gøtuni norður um Mýrabotn til Suðansbrekku ávegis til Slættanes í 420m. er útsýnið avbera gott. Her síggjast Vestmannafjøllini norður móti Dølum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-118-img-0263-jpg
    Útsýnið norður móti stórfingnu fjøllunum norðan fyri Vestmanna. Í forgrundini Úti í Haga og Fagridalur. Í bakgrundini Høvdin vestanfyri Saksun. Mynd: Óli Gardshodn.
  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-122-img-0279-jpg
    Brádliga kemur Slættanes undan - hendan fjarskotna avbyrgda bygdin. Mynd: Óli Gardshodn
  • dagur2-sl-ttanes-jpg
    Hús í Slættanesi. Mynd: Rannvá Joensen

Úr Sørvági, eftir Slættanesgøtuni, gjøgnum víðu og vøkru náttúruna við Fjallavatn, norður til Slættanes

Túrurin byrjar við vatnbrunnarnar í Húsadali í Sørvági. Gingið verður eftir Slættanesgøtuni norður móti Fjallavatni, haðan farið verður um Tunguánna niðan í mjáa Mýrubotnin. Haðan  verður gingið norður um fjallaryggin beint norðan fyri Tungufelli og so gjøgnum Slættaneshagan norður til Slættanes. 

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tað valdast eitt sindur, hvaðan komið verður, tí onki vegasamband er til Slættanes – uttan til gongu ella við báti.

Sørvágur - Slættanes
Slættanes - Sørvágur

Sørvágur - Slættanes

Ongin vegur er til Slættanes. Leið 300 koyrir til og frá Sørvági.

Parkering, Sørvágur
Í Sørvági kann bilurin setast við vatnbrunnarnar, ið liggja við uppdyrkingarvegin við Kirkjuá – sí grønu frámerkingina. Haðan verður gingið 600 m eftir bláu strikuni til bøgarðsportrið, har sum bygdagøtan byrjar. Fyrsti varðin stendur beint uttan fyri bøgarðsportrið.

  • s-rv-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • s-rv-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • s-rv-gur-sl-ttanes-starting-point-jpg
    Byrjunarstaður - portur
  • s-rv-gur-sl-ttanes-starting-point-firs-cairn-jpg
    Byrjunarstaður - varðið

Slættanes - Sørvágur

Ongin vegur er til Slættanes.

Parking, Slættanes: ikki ein møguleiki

  • 2020-06-13-s-rv-gur-sl-ttanes-122-img-0279-jpg
    Ongin vegur er til Slættanes.
Sørvágur - Slættanes
Slættanes - Sørvágur

Sørvágur - Slættanes

Slættanes - Sørvágur

Fakta

path icon
3t 30m

Tíð

path icon
9.7 km

longd

hilltop peak icon
422 m

Hægsta stað

family icon
421 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg til børn yvir 8 ár av tí at túrurin er heldur langur til yngri børn. Eitt sindur tungur niðan frá Slættanesi
difficulty icon Miðal -
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours