Skálafjørður – Oyri

  • sk-lafj-r-ur-see-green-line-for-parking-and-blue-line-for-strating-point-dominiclars-1-jpg
    Skálafjørður/Skálabotnur. Mynd: @dominiclars
  • sk-lafj-r-ur-see-green-line-for-parking-and-blue-line-for-strating-point-dominiclars-jpg
    Skálafjørður/Skálabotnur. Mynd: @dominiclars
  • 2019-07-26-sk-labotnur---oyri-106-img-0021-jpg
    Øksnagjógv í Skálafirði. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-26-sk-labotnur---oyri-109-img-0026-jpg
    Friður, meðan vit ganga niðan gjøgnum henda dámliga dalin í Gjómunum, beint sunnanfyri Skálafjall. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-26-sk-labotnur---oyri-115-img-0039-jpg
    Frá Høgukinnaskarð við Skálafjall og niðan til Oyrarskarð er landslagið og grótið serstakt og heldur brúnligt. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-26-sk-labotnur---oyri-118-img-0049-jpg
    Brúnur og serligur, men góður til at sita á og njóta ein kaffimunn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-26-sk-labotnur---oyri-121-img-0075-jpg
    Útsýnið frá Oyrarskarði eysturyvir hetta serstaka, vakra og heldur brúnliga landslagið, sum gingið verður ígjøgnum niðan frá Skálafirði. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-07-26-sk-labotnur---oyri-130-img-0112-jpg
    Á vøkru leiðini oman til Oyri síggja vit her, frá Sandfelsbrekkuni, stabbagrótið í Eysturoyarsyllina við Ræðsluna í 200m. hædd. Á veg oman til Oyri ganga vit ígjøgnum syllina og stabbagrótið. Mynd: Óli Gardshodn

Ein áhugaverdur túrur eftir Eysturoyarsyllini við vøkrum útsýni og spennandi gróti

Bygdagøtan millum Skálabotn og Oyri er spennandi, friðarlig og hugnalig at ganga. Kanska ein undirmettur túrur. Her sært tú rátt grótlendi, grótbóltar og Eysturoyarsyllina og hevur gott útsýni yvir á allar tindarnar eysturoyar- og streymoyarmegin.

 

Í Skálabotni er lætt at ganga eftir gøtuni. Frá rættini norðan fyri Kelduna verður gingið eftir stóru brúnni tvørtur um ánna, og haðani kanst tú fylgja prestunum við gulum toppi (GG: summir teirra kunnu liggja niðri). 

 

Tá ið komið verður niðan í 350 m hædd skálafjarðarmegin, ber til at fylgja gomlu varðunum, ið týðiliga vísa røttu leiðina allan vegin til Oyrar.

 

Á Oyri verður gingið niðan gjøgnum Tungugøtu til fyrsta svingið. Síðani gongur leiðin tætt niðan við ánni, beint eftir svingið og út gjøgnum portrið, har fyrsti presturin er at síggja. Fyrsti varðin á Oyri sæst frá portrinum, og prestar leiða teg niðan hagar.

 

Gøtan sæst næstan ongastaðni, so her er at fylgja prestunum og varðunum allan vegin.

 

Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og transport møguleikar kunnu avgera hetta. 

 

Skálabotnur – Oyri
Oyri - Skálabotnur

Skálabotnur – Oyri

Leið 450 koyrir bæði til Oyrar og inn á Skálafjørð, so tað er upplagt at nýta buss til hendan túrin.

Parkering Í Skálabotni/Skálafirði
Í Skálabotni eru góðar umstøður at seta bilin, t.d. fram við vegnum frá Kelduni niðan í rættina beint norðan fyri Kelduna (sí mynd)

  • sk-labotnur-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á túrabyrjan
  • sk-labotnur-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á túrabyrjan

Oyri - Skálabotnur

Leið 450 koyrir bæði til Oyrar og inn á Skálafjørð, so tað er upplagt at nýta buss til hendan túrin.

Parkering á Oyri
Á Oyri ber til at seta bilin á parkeringsplássið Garnhúsið (sí mynd) 

  • oyri-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á túrabyrjan
  • oyri-1-png
    Bláa linjan vísir á túrabyrjan
Skálabotnur – Oyri
Oyri - Skálabotnur

Skálabotnur – Oyri

Oyri - Skálabotnur

Fakta

path icon
3t 0m

Tíð

path icon
7.8 km

longd

hilltop peak icon
540 m

Hægsta stað

family icon
552 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg við børnum
difficulty icon Miðal - Sera gott at ganga allan vegin, men eitt sindur langt
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin, nógv urðargrót undir Sandfelli oyrarmegin
2°C
8 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours