Selatrað - Oyri

  • Útsýni frá Veðranesi suður gjøgnum Sundini. Til vinstru Selatrað. Aftast í baksýninum til vinstru Eystnes og til høgru Nólsoy. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýni vestanfyri Selatrað, við Hósvík í baksýninum. Við Grønabergsrættina við vegendan byrjar bygdagøtan til Oyri. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið frá Bugstígsá yvir á Streymoynna. Til vinstru í baksýninum hóma vit Hósvík, og mitt fyri ovast á myndini sæst hægsta fjall í økinum, Árnadalstindur (718 m.). Mynd: Óli Gardshodn.
  • Fleiri seyðaból liggja fram við bygdagøtuna millum Selatrað og Oyri. Her á Sandaleiti og fleiri aðra staðni fram við landinum var sandstrond langt út á fjørðin. Men í 1960-70'unum bleiv hann pumpaður upp til betongnýtslu. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Omanfyri okkum, eftir bygdagøtuni, hava vit tað kendu Eysturoyarsyllina. Hon er eyðkend við sínum stabbagróti. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Restirnar frá eini gamlari alistøð við Hagagjógv. Mynd: Óli Gardshodn.

Lættur túrur undir sermerktu Eysturoyarsyllini

Túrurin byrjar beint niðan fyri Skótadepilin á Selatrað við eitt av mongu parkeringsplássunum, sum har eru.


Selatrað er eitt av elstu niðursetingarplássum í Føroyum og stavar helst frá, tá ið Tórður, sum búði í Strond í Noregi, flýddi til Føroya undan Haraldi Hárfagra um ár 900. 
Selatrað var fyrsti tingstaður fyri alla Eysturoynna. Uppi á eini høvd niðan fyri Skótadepilin stendur, Tingsteinur og niðri í fjøruni við Gálga er Gálgasteinur, har tað sigst, at brotsmenn vórðu hongdir.

 

Gingið verður 1 km vestur eftir høvuðsvegnum til seyðahúsið við endan á vegnum. 
Sjálvt um tað fyrr var skyldskapur millum Selatrað og Oyri, so hevur gøtan allarhelst ikki verið so nógv brúkt – men tó eitt sindur. T.d. kundu oyra- og norðskálafólk, sum arbeiddu á Strondum, ganga norður at halda vikuskifti.

 

Við Seyðahúsið við vegendan verður gingið gjøgnum portrið, oman um húsið og haðani eftir bakkanum og síðan skrátt niðan við hegninum, til komið verður á gøtuna. Úti á Veðranesi er neyðugt at klíva upp um eitt hegn. Beint norðan fyri Veðranes, í Skriðugili, er gøtan riðin. Neyðugt er tískil at ganga einar 4-5 metrar oman fyri at koman norðurum og síðan niðan aftur á gøtuna.

 

Júst her er er eitt sindur bratt, og tí ætlaðu hósvíkingar einaferð at gera sær dælt av. Teir høvdu havt vitjan av einum fríggjara úr Eysturoynni – kanska einum elduvíkingi, og høvdu arbeitt eitt sindur upp á hann. Og nú skuldu teir so seta hann yvir aftur á Eysturoynna. Teir gjørdu ikki mætari enn at seta hann av á ein klett í tí bratta beint norðan fyri Veðranes. Teir væntaðu ikki, at hann fór at klára niðan frá steininum – men tað kláraði hann. Komin niðaná loysti hann buksurnar niðurum og klappaði aftur í endan eftir bátsmonnunum og fór so til gongu. Eftir hetta bleiv kletturin kallaður Fríggjaraklettur. Hann sæst ikki frá gøtuni.

 

Komin eitt sindur longur norður gongur leiðin skrátt oman til oyrina undir Hagagjógv, har ein kai er og leivdirnar frá einum gomlum alibrúki, sum fór av knóranum í 1990’unum. Oman fyri okkum hava vit djúpu gjónna Hagagjógv. Ovarlaga síggja vit stórt stabbagrót liggja tvørturum í gjónni. Onkur søga er um, at hetta skuldi vera slíðrin hjá einum risa, sum hann misti, tá ið hann leyp tvørtur um gjónna.

 

Longuri norðuri koma vit til seyðahúsið beint sunnanvert Breiðá. Eingin vegur er til henda hagapart, kallaður Norður í Haga. Tí hava teir gjørt eitt skapilsi av eini kai fyri betur at kunna røkta hagapartin og skipa flutningin. 
Beint norðan fyri seyðahúsið er stóra marknaráin Breiðá. Fyrr var ein brúgv tvørtur um ánna, tí hon verður stór, tá ið nógv regn er. Her plagdi at vera ein stór sandstrond fram við landinum, sum staðarnøvnini Breiðásandur, Sandaleiti og longur norðuri Fílasandur eisini bera boð um. Summar av hesum sandoyrum rukku so mikið langt út, at oyrarmenn plagdu at siga, at ein byrsa ikki bar út á endan. T.v.s. at tær hava verið minst einar 40-50 metrar út frá landi. 
Her hevur tískil verið lagaligt at koma at við báti. Tá ið Páll Fangi í seinnu helvt av 1600-talinum á triðja sinni breyt út úr fongslinum í Havn og tók ein bát í Hósvík, róði hann yvirum og dró bátin á Sandaleiti. Haðan tók hann leiðina til Leirvíkar, har hann aftur tók sær ein bát og róði út í Kalsoynna, har hann flýddi út í eina holu, kallað Pálsloft, í Nesskorum (skorarnar vestan fyri Trøllanes).

 

Eisini kollfirðingar plagdu at draga bátin her, tá ið teir fyrr í tíðini skóru torv uppi á Eysturoyarsyllini, kallað uppi á Kollfjarðarheiðunum. Beint omanfyri síggja vit Breiðástíggj og sunnanfyri Torvstíggj, har tey hava borið torvið oman til bátarnar. 
Í 1960’unum og -70’unum tóku sandbátarnir stóran part av hesum sandi til tey mongu húsini, sum tá blivu stoypt, og nú er ongin sandur eftir. 
Tað er sera friðsælt við Breiðá. Ymisk áhugaverd skap eru í ánni umframt ein lítil hylur. Hetta er eitt gott stað at stuttleika sær og annars bara njóta løtuna við einum kaffimunni.
Gingið verður síðani norðureftir, har vit ganga tætt fram við fleiri seyðabólum.

 

Tá ið komið er norður móti stóra seyðahúsinum við grótbrotið beint sunnan fyri Oyri, taka vit okkum niðan við hegninum, til vit koma til portrið, sum í hædd er áraka húsið. Komin inn um hetta portrið ganga vit beint móti húsinum, gjøgnum rættina, og síðan niðan fyri húsið, til vit koma á uppdyrkingarvegin, sum gongur norður til Oyri. 

Selatrað - Oyri
Oyri - Selatrað

Selatrað - Oyri

SSL leið 440 Skálafjarðarleiðin. Tað eru ikki nógvir túrar til Selatraðar um dagin. Allir túrar eru við tilkalling í seinasta lagi kl. 20:00 kvøldið fyri. 

https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/440-skalafjardarleidin/ 

Parkering

Góð parkeringsviðurskifti eru við skótadepilin, sí grønu strikuna. Haðani skal gangast eftir bláu linjuni vestur til endan á vegnum, har gingið verður omanum eystan fyri seyðahúsið og haðani vestur niðan fyri húsið og fram við hegninum.

Nevnast kann, at aðrastaðni á Selatrað eru eisini góð parkeringsviðurskifti. 

Oyri - Selatrað

SSL leið 400 Klaksvík–Tórshavn. Frá steðgiplássinum við Oyrarbakka eru 3 km at ganga út til seyðahúsið við grótbrotið, har sum bygdagøtan byrjar.

https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/400-klaksvik-torshavn/ 

Parkering

Tað eru sera góð parkeringsviðurskifti uppi við munnan til ovara part av niðurlagda grótbrotinum, sí grønu linjuna. Um bilar longu standa har, ber til at seta bilin inn í ovara part av grótbrotinum. Um summarið plaga bilar eisini at parkera á parkeringsplássunum suður móti seyðahúsinum. Haðani skal gangast eftir vegnum oman til seyðahúsið, har gingið verður í neðra, suður um húsið, har eitt portur er at ganga út gjøgnum.

Selatrað - Oyri
Oyri - Selatrað

Selatrað - Oyri

Oyri - Selatrað

Fakta

path icon
0t 30m

Tíð

path icon
5.9 km

longd

hilltop peak icon
39 m

Hægsta stað

family icon
127 m

Hæddarmetrar


family icon 6+. Við Veðranes, og meðan gingið verður um Skriðugil og eftir hamaranum beint norðanfyri, má verða ansað eftir smábørnum
difficulty icon Miðal - Norðan fyri Veðranes er eitt sindur bratt, og gøtan er eitt sindur smøl, har tað í støðum er eitt sindur av leysum tilfari. Um stóru áirnar kann hellan vera hál.
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Norðan fyri Veðranes, meðan gingið verður um Skriðugil og norður eftir hamaranum, er eitt sindur bratt. Gøtan er eitt sindur smøl, har tað í støðum liggur eitt sindur av leysum tilfari. Ansast skal eftir, tá ið gingið verður tvørtur um tríggjar størri áir, har hált kann vera á hellunum.
3°C
5 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours