Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Sandvík - Hvalba

  • Útsýnið frá fyrsta varðanum omanfyri bøgarsportrið í Sandvík. Við endan á vegnum inn eftir Mýrunum sæst parkeringsplássið, beint við seyðahúsið og rættina. Til høgru á myndini sæst stóri sandurin í Sandvík. Mynd Óli Gardshodn.
  • Minnisvarðin uppi við Sandvíksegg, í uml. 363 m. hædd, sum sóknin reisti teimum 14 monnunum, sum umkomust í skaðagrindini í Sandvík í 1915. Í 1958 var minnisvarðin so illa slitin av vindi og veðri, at tey avvarðandi reistu hann av nýggjum í Sandvík Mynd: Óli Gardshodn
  • Minnisvarðin uppi við Sandvíksegg, í uml. 363 m. hædd, sum sóknin reisti teimum 14 monnunum, sum umkomust í skaðagrindini í Sandvík í 1915. Í 1958 var minnisvarðin so illa slitin av vindi og veðri, at tey avvarðandi reistu hann av nýggjum í Sandvík Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið av Sandvíksegg suður á Hvalbiareiði, eisini kalla Fiskieiði, har vit síggja Heygsvatn við Prestfjalli í baksýninum. Mynd Óli Gardshodn.
  • Útsýnið av Giljabrekku oman yvir Hvalba. Í baksýninum til vinstru, Nes. Til høgru Mynd Óli Gardshodn.
  • Hvalba. Seinasta strekkið oman til bøgarðsportrið, har tað er heldur bratt. Mynd: Óli Gardshodn

Hugnaligur og vakur túrur við sera góðum útsýnið, har gingið verður fram við minnisvarðanum uppi á Sandvíksegg.

Túrurin byrjar vesturi við endan á vegnum við Mýrarnar í dalinum vestan fyri Sandvík. Eitt skelti beint vestanfyri brúnna um Sandvíksá vísir á gomlu bygdagøtuna til Hvalbiar. Gang út gjøgnum portrini og fylg varðunum niðan brekkuna.

Sandvík er millum elstu bygdir í Føroyum. Søgnin sigur, at víkingahøvdingin Sigmundur Brestisson svam úr Skúvoy til Sandvíkar einaferð fyrst í 11. øld, eftir at fíggindi hansara Tróndur í Gøtu og menn hansara lupu á hann. Tað mesta av teininum svam Sigmundur við tveimum monnum á bakinum. Útlúgvaður kom hann upp á turt á sandinum í Sandvík, men har drópu bóndin Torgrímur Illa og synir hansara Sigmund.

Byrjanin á gøtuni er lagalig, men so gerst tað eitt sindur brattari. Serliga bratt er úr Ovaradali niðan á Leitið har onkur skriða kann verða. Har er eitt sindur langt millum varðarnar, so um tað er myrkt í veðrinum, so kann verða trupult at síggja millum varðarnar.

Meðan gingið verður niðan, er gott útsýnið út eftir Sandvík, við Lítlu Dímun uttanfyri.
Tá gingið verður frá Leitinum og niðan á, sæst ein varði góðar 100 m. sunnanfyri. Hetta er minnisvarðin á Sandvíksegg, sum sóknin reisti teimum 14 monnunum, sum umkomust í skaðagrindini í Sandvík í 1915. Í 1958 var hesin minnisvarði so illa slitin av vindi og veðri, at tey avvarðandi reistu hann av nýggjum í Sandvík. 
Komin tvørtur um gongur leiðin oman til Hvalbiar. Hetta er ein langur, lagaliður og hugnaligur teinur eftir slætta og vallaða lendinum, har fitt av heiðafugli er. So við og við sum gingið verður, kemur meira og meira av Hvalba undan. Í byrjanini er tað mest Grímsfjall, Hvalbiareiði, Nes og Høgubjørg, sum skarða framúr, men so við og við kemur eisini stóra fløtan niðanfyri okkum undan, har vit síggja Hvalbiar bygd við stóru sandstrondini og beint innanfyri tær tiltiknu sand-eplavelturnar.
Tað kann verða eitt sindur torført at finna leiðina oman. Gang oman gjøgnum geilina, fram við ánni, har ein garður er vinstru megin og eitt hegn høgrumegin. Halt fram omaneftir vinstru megin gamla stoypta vatntanganum, har tú so sært bøgarðsportrið áraka nærmasta húsið.

Sandvík - Hvalba
Hvalba - Sandvík

Sandvík - Hvalba

Góð parkeringsviðurskifti eru inni á Mýrunum, við rættina beint áðrenn brúnna um Sandvíksá, har sum gøtan byrjar, sí grønu markeringarnar á myndunum. Haðani gongur tú út á bygdagøtuna eftir bláu pílunum.  

Hvalba - Sandvík

Góð parkeringsviðurskifti eru við Roynhøllina, við Bíarveg 114, sum er tætt við har, sum gøtan byrjar (Giljageil 14), sí grønu markeringarnar á myndunum. Haðani gongur tú út á bygdagøtuna eftir bláu pílunum.  Legg merki til Hiking skeltini á myndunum.

Sandvík - Hvalba
Hvalba - Sandvík

Sandvík - Hvalba

Hvalba - Sandvík

Fakta

path icon
1t 20m

Tíð

path icon
3.5 km

longd

hilltop peak icon
370 m

Hægsta stað

family icon
337 m

Hæddarmetrar


family icon 8+
difficulty icon Miðal - Í Sandvík er eitt sindur tungt at ganga stutta teinin úr Ovaradali og niðan á Leitið. Har er gøtan heldur ikki sjónlig og ongir varðarnir síggjast ikki væl. Í Hvalba er eisini eitt sindur tungt at ganga fyrsta teinin niðan gjøgnum Giljabrekkuna
terrain icon Meginpartin av leiðini er valla og gott lendi – onkustaðni tó meira oyðið og grýtut fjallalendi. Gøtan er ikki nógv brúkt, so tískil sæst hon ikki í alla staðni. Í Sandvík er eitt sindur bratt úr Ovaradali niðan á Leitið, har leyst tilfar eisini er í brøttu brekkuni. Í Hvalba er byrjanin niðan á Giljabrekkuna eitt sindur brøtt.
°C
m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours