Rituvík - Toftir

  • Sunnanfyri Toftavatn, fjórðstørsta vatn í Føroyum, eftir gøtuni millum Rituvík til Toftir. Mynd: Óli Gardshodn
  • Knappliga var eitt stórt seyðafylgi har - haldi at tær væntaðu sær okkurt at eta hendan kalda vetrardagin. Mynd: Óli Gardshodn
  • Vit kunnu bara staðfesta, at Toftavatn er sera vakurt, serliga við skálafjørðinum í baksýninum. Í baksýninum Mynd: Óli Gardshodn
  • Neytakonuskarð, sunnanfyri Toftavatn. Í baksýninum Árnadalstindur (718 m.). Mynd: Óli Gardshodn
  • Frá Neytakonuskarði, tvørtur um høvdina til Toftir. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni eystanfyri Kornvatn suður móti Vørðuni (169 m.). Til høgru húsini á Nesi. Í baksýninum Nólsoy og Sandoy. Mynd: Óli Gardshodn
  • Ávegis oman til bøgarðsportrið á Toftum. Hinumegin Tangafjørð sæst inn á Kaldbaksfjørð og Kollafjørð. Longst til høgru Raktangi og Strendir. Mynd: Óli Gardshodn

Ein lættur og hugnaligur túrur, har nógvi lyngurin og vakra útsýnið oman yvir Toftavatn, norður gjøgnum Skálafjørðin og suður gjøgnum Nólsoyarfjørð setur sín góða dám.

Henda bygdagøtan er vælegnað sum ein stuttur, vakur túrur t.d. við familjuni frá syðra enda á Toftavatni til Toftir, eins og hon eisini er sera væl egnað sum partur av 9,5 km langa rundtúrinum Runavík–Rituvík–Toftir–Runavík.

 

Byrjað verður við seyðahúsið á uppdyrkingarvegnum við syðra enda á Toftavatni. Beint oman fyri seyðahúsið verður gingið teir 150 m oman til rættina. Vinstrumegin rættina eru pelar at traðka á fyri at koma upp um hegnið. Haðani verður gingið eftir varðunum í ein beinan útsynning niðan á Neytakonuskarð.

 

Um tað er klárt í veðrinum, er útsýnið norður yvir Toftavatn og víðari norður gjøgnum Skálafjørðin einastandandi vakurt – serliga um tað er so stilt, at spegilsmynd og ríka fuglalívið sæst á vatninum.

 

Niðanfyri, sunnast í víkini á Toftavatni, er Sandurin lítli. Tað var her, at Nykurin sambært søgnini, í hami av einum kolsvørtum hundi við halasnippi, sum glitraði eins og gullið, var í ferð við at draga mestsum alt bygdarfólkið á Toftum við sær til botns á Toftavatni. Í royndini at hjálpa hvør øðrum høvdu tey øll nomið við halan, og tá var onki at gera – tey hingu føst. Leigustovubóndin var á útróðri hendan dagin, men hevði varhugan av, at alt ikki ruggaði rætt heima, so hann bað um at verða settur á land við Kráagil undir Rituvíkshálsi (Ytrihálsur). Tá ið hann kemur til Toftavatn og sær standin, skilir hann, at hetta er Nykurin. 
Hann rennur alt tað, hann er mentur, yvir til Sandin Lítla, har Nykurin er í ferð við at fara útí. Bóndin skræddi ein moldbøkk leysan, risti kross á hann, ripaði hann eftir nykinum og rakti hann á halan. Tá losnaðu fólkini frá halanum á nykinum, sum hvarv út í vatnið.

 

Komin niðan á Neytakonuskarð fer gøtan sundur. Onnur gøtan fer sunnan fyri Kornvatn til Nes, og hin fer til høgru, norðan fyri Kornvatn, til Toftir. Her verður farið til høgru og gingið eystureftir millum Kornvatn og Hamravatn og haðani oman á Gaddavegin á Toftum. Gingið verður gjøgnum jarnportrið, sum leiðir oman millum Gaddaveg 44 og 46. Hóast ein gøta manglar frá jarnportrinum og oman á vegin, er hampiligt at ganga her.

Rituvík - Toftir
Toftir - Rituvík

Rituvík - Toftir

Bygdaleiðir:

442 Glyvrar – Æðuvík – Rituvík: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/442-glyvrar-aeduvik-rituvik/

Góð parkeringsviðurskifti eru til nakrar bilar inni á vegnum á Sandi Mikla. Set ikki bilin frá tær soleiðis, at hann forðar bóndanum at koyra heilt oman til seyðahúsið. Haðani skal gangast út eftir bláu linjuni til rættina, har pelar eru til at traðka upp um hegnið.

Toftir - Rituvík

Bygdaleiðir:

440 Skálafjarðarleiðin: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/440-skalafjardarleidin/ 

444 Kambsdalur - Skálafjørður/Toftir: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/444-kambsdalur-skalafjordur-toftir/ 

450 Tórshavn - Eysturoy (Tunnilsleiðin): https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/450-torshavn-eysturoy-tunnilsleidin/

 

Á Gaddavegi kann<

Rituvík - Toftir
Toftir - Rituvík

Rituvík - Toftir

Toftir - Rituvík

Fakta

path icon
0t 40m

Tíð

path icon
1.9 km

longd

hilltop peak icon
111 m

Hægsta stað

family icon
104 m

Hæddarmetrar


family icon Ja.
difficulty icon Miðal -
terrain icon Tað er vallað og gott at ganga allan vegin. Hampiligt av lyngi er meginpartin av gøtuni.
3°C
6 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours