Rituvík - Lamba

  • rituvik-church-giuliogroebert-ii-jpg
    Kirkjan í Rituvík. Mynd: @giuliogroebert
  • li-gar-shorn-img-20190815-141410-jpg
    Útsýnið yvir Rituvík frá tí fyrsta varðanum beint omanfyri har, sum bygdagøtan byrjar, tætt við vatnbrunnin. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-img-20190815-120014-jpg
    Útsýnið yvir Rituvíkar bygd. Í bakgrundini Nólsoy og Tórshavn. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-img-20190815-140510-jpg
    Útsýnið yvir frá skarðinum við Hagaleiti yvir á Húkslond, omanfyri Toftir. Gøtan til vinstru á myndini leiðir oman til náttúruvakra økið við Toftavatn. Í bakgrundini sæst Kaldbaksfjørður. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-img-20190815-123400-jpg
    Útsýnið frá Hæddini omanfyri Lamba, útyvir Lambavík. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-img-20190815-130437-jpg
    Steyrar í Lamba vísa bygdagøtuna niðan frá tí hvítu brúnni og síðan niðan upp um bygdagarðin. Mynd: Óli Gardshodn

Njót ein vakran og lættan túr á leiðini ímillum Rituvík, ið telist ímillum yngstu bygdirnar í landinum, til elligomlu bóndabygdina Lamba

Bygdagøtan ímillum Rituvík og Lamba er ein lættur túrur, sum tekur undir tveir tímar. Á leiðini er útsýni yvir Skálafjørðin og vøkru náttúruna har um leiðir, og nógvar leivdir síggjast eftir elligamlar torvheiðar.

 

Gangast kann eftir varðunum ein part av túrinum, men gøtan og varðarnir hvørva á teininum frá Nónskletti ígjøgnum Torvstíggj og niðan á Hædd. Tí er betri at brúka gps-ara á túrinum. Fyrstu varðarnir í Lamba síggjast ikki frá vegnum, men prestar eru settir út til fyrsta varðan.

 

Lendið er vallað og gott stóran part av leiðini, men í støðum er mýrilendi, sum tú kanst smokka í. So har ræður um at vera varin.

 

Fyrsti paturin av teininum úr Rituvík er vallaður. Búseting í Rituvík stavar frá seinni helvt av 1800-talinum og bygdin er ímillum tær yngstu í landinum. Standmynd av fyrstu niðursetufólkunum er reist við kirkjuna í Rituvík. Omanfyri Rituvík er útsýnið yvir Nólsoynna, vindmyllurnar á Eystnesi og Svangaskarð. Yviri á Streymoynni sæst munnin á Kaldbaksfirði. 

 

Komin niðan á er vítt útsýnið yvir Lambavík, har Norska Løva fór á land nýggjársaftan í 1707. Danska skipið var á veg til Eystur-India, men kom í illveður vestanfyri Hebridurnar og rak síðani til Føroya. 14 fólk sjólótust og á leið 100 vórðu bjargað. Ongi spor síggjast eftir hendingina, men nakrir lutir eru varðveittir. Skipsklokkan hongur í Havnar kirkju saman við einum einum modellið av skipinum, ið ein av manningin gjørdi.

 

Dvøl við tankarnar um hesa ógvusligu hending ímeðan gingið verður seinasta strekkið oman til Lamba. Lamba er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum frá á leið 1350, men óivað er búsetingin uppaftur eldri.  Njót útsýnið yvir søguligu bygdina, har Húsini liggja spjødd framvið vegnum í smæla grøna dalinum, har Dalá smýgur sær gjøgnum bøin og út á sjógv.

 

Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og flutningsmøguleikar kunnu avgera tað. Gøtan hvørvur á leiðini frá Nónskletti ígjøgnum Torvstíggj og niðan á Hædd. Tí er neyðugt at hava gpx-fíluna við á hesum túri. 

Rituvík - Lamba
Lamba - Rituvík

Rituvík - Lamba

Ongin beinleiðis bussur er til Lamba og Rituvíkar.

Parkering, Rituvík
Í Rituvík eru fleiri møguleikar at seta bilin (sí frámerkini á myndunum)
Til ber at seta bilin: 

1) Tætt við har, sum gøtan byrjar, á leið 90 m Vestan fyri vatnbrunnin er pláss at seta tveir bilar. 
2) Í svinginum á vegnum niðan til vatnbrunnin á leið 160 m vestanfyri har, sum gøtan byrjar. Ella 
3) niðri í bygdini við skelti, sum vísir og lýsir bygdagøtuna.

  • parkering-rituv-k-1-png
    Ymisk støð at seta bilin í Rituvík
  • parkering-rituv-k-4-png
    Parkering í Rituvík: niðri í bygdini við skelti, sum vísir og lýsir bygdagøtuna.
  • parkering-rituv-k-3-png
    Parkering í Rituvík: Í svinginum á vegnum niðan til vatnbrunnin  á leið 160 m vestanfyri har, sum gøtan byrjar.
  • parkering-rituv-k-2-png
    Parkering í Rituvík: Tætt við har, sum gøtan byrjar, á leið 90 m Vestan fyri vatnbrunnin er pláss at seta tveir bilar.

Lamba - Rituvík

Ongin beinleiðis bussur er til Lamba og Rituvíkar.

Parkering í Lamba
Í Lamba eru góðar umstøður at seta bilin við skúlan á leið 90 m eystanfyri har, sum bygdagøtan byrjar. Har kunnu nógvir bilar standa (sí mynd). Haðan verður gingið um brúnna og síðan upp um tvær trappur og haðan niðan í brekkuna.

  • parkering-lamba-1-png
    Haðan verður gingið um brúnna og síðan upp um tvær trappur og haðan niðan í brekkuna.
  • parkering-lamba-2-png
    Í Lamba eru góðar umstøður at seta bilin við skúlan á leið 90 m eystanfyri har, sum bygdagøtan byrjar. Har kunnu nógvir bilar standa.
Rituvík - Lamba
Lamba - Rituvík

Rituvík - Lamba

  • parkering-rituv-k-1-png
    Fylg bláu linguni fyri at byrja túrin. Í svinginum á vegnum niðan til vatnbrunnin  á leið 160 m vestanfyri har, sum gøtan byrjar. Niðri í bygdini við skelti, sum vísir og lýsir bygdagøtuna.
  • parkering-rituv-k-4-png
    Sí grønu linjuna fyri parkering og fylg bláu linguni fyri at byrja túrin
  • parkering-rituv-k-3-png
    Sí grønu linjuna fyri parkering og fylg bláu linguni fyri at byrja túrin
  • parkering-rituv-k-2-png
    Sí grønu linjuna fyri parkering og fylg bláu linguni fyri at byrja túrin

Lamba - Rituvík

Fakta

path icon
1t 45m

Tíð

path icon
4.4 km

longd

hilltop peak icon
258 m

Hægsta stað

family icon
198 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi við børnum, men smábørn mugu leiðast ígjøgnum Torvstíggj
difficulty icon Miðal - Gott at ganga allan vegin. Eitt sindur tungt tað fyrsta pettið úr Lamba og niðan í 80 metra hædd
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Í støðum ógviliga vátt lendi, sum fólk kunnu smokka í og tí mugu ansa sær væl. Gingið verður um fýra hegn/garðar, har góður stigi er. Gingið verður um eitt heldur vánaligt hegn við Glyvrafjall – verið varin
3°C
3 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours