Norðskáli - Funningsfjørður

  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-138-img-0079-jpg
    Parkeringsplássið við Tippisánna í Norðskála, har bygdagøtan til Funningsfjarðar byrjar. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-135-img-0086-jpg
    Gomlu torvheiðarnar í Norðskála, har mongu torvkráirnar framvegis síggjast. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-131-img-0070-jpg
    Útsýnið yvir gomlu torvheiðarnar í Norðskála, har mongu torvkráirnar framvegis síggjast. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-126-img-0104-jpg
    Leiðin undir brúnna við Tippisánna. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-124-img-0058-jpg
    Nógva staðni í økinum síggjast vatnbyrgingar, sum samla vatnið til tunlar undir jørð, sum leiða vatnið til vatnorkuverkið á Eiði. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-122-img-0054-jpg
    Útsýnið í 250m. hædd oman yvir Norðskála og Sundabrúnna. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-116-img-0107-jpg
    Útsýnið av Skálaskarði omanyvir Hagavatn. Í bakgrundini Múlatindur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-114-img-0028-jpg
    Útsýnið niðanfyri Hagavatn suður millum Fjarða. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-01-funningsfj-r-ur---nor-sk-li-108-img-0019-jpg
    Funningsfjørður uppi frá Reiðgøtu. Aftast á myndini í vinstru síðu sæst Frammi á Hálsi, sum leiðir oman til Elduvík. Mynd: Óli Gardshodn

Ein góður túrur, við góðum útsýni yvir Sundini og Funningsfjørð, frá Norðskála niðan við gjáunum, tvørtur um Skálaskarð og fram við Hagavatni

Byrjað verður við Norðskála við stóra parkeringsplássið oman fyri Skálagjógv. Gingið verður niðan við hugnaligu Tippisánni, og Uppi í Dali verður gingið niðan gjøgnum gomlu torvheiðarnar, har mongu torvkráirnar framvegis síggjast.

 

Fyri at koma niðan um ovara vegin verður gingið á vinstru síðu undir brúnni. Har er eitt hegn, sum má loysast, meðan gingið verður um tað. Omanfyri er tann djúpa og spennandi Fossagjógvin. Við góða útsýninum yvir Sundini, Streymnes og fjøllini omanfyri gongur leiðin niðan fram við Tippisánni, tvørtur um Skálaskarð. Neyðugt er at gleiva um hegnið á skarðinum, tí portrið er typt (aug. 2020). Leiðin oman til Funningsfirðar gongur fyrst fram við tí 170 m langa Hagavatni og haðani í beinari linju oman til seyðahúsið við Funningsvegin áraka bygdina. Vallaðu brekkurnar seinasta strekkið oman til Funningsfirðar eru eitt sindur brattar, so her má verða ansað eftir ikki at glíða. Um ikki ein vinarstigi er komin, so skal eisini verða gleivað um eitt hegn á veg oman til Funningsfirðar.

Møguligt er at ganga túrin báðar vegir. Tað er væl tyngri at ganga niðan úr Funningsfirði. 

Norðskáli - Funningsfjørður
Funningsfjørður - Norðskáli

Norðskáli - Funningsfjørður

Oyrarbakki er eitt av høvuðs busssteðgiplássunum hjá Bygdaleiðum, har leið 450 (Skálafjørður - Kollafjørður) eisini steðgar. Frá steðgistaðnum eru 1225 m til bygdagøtuna.

Onki bussamband er til Funningsfirðar.

Parkering við Norðskála
Við Norðskála kann bilurin setast við stóra parkeringsplássið beint har, sum bygdagøtan byrjar uppi við høvuðsvegin, 975 m oman fyri Magnstøðina, sí grønu linjuna á myndini. Haðani verður gingið eftir bláu linjunum eftir norðara áarbakka fram við ánni niðaneftir. Gingið verður undir brúnna, tá ið farið verður niðan um høvuðsvegin beint við tunnilsmunnan.

Fyrsti varði stendur beint oman fyri brúnna. Haðan eru varðar allan vegin til Funningsfirðar. 

  • nor-sk-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parking-nordskala-03-jpg
  • parking-nordskala-02-jpg
  • parking-nordskala-04-jpg
  • nor-sk-3-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • nor-sk-4-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað.

Funningsfjørður - Norðskáli

Onki bussamband er til Funningsfirðar.

Parkering í Funningsfirði
Í Funningsfirði verður  parkerað við stóra parkeringsplássið tætt við har, sum bygdagøtan byrjar – sí grønu linjuna.

Haðani verður gingið eftir bláu linjunum, norður um seyðahúsið, gjøgnum portrið og síðan beint niðan brekkuna. Fyrsti varðin stendur uppi á fyrstu høvdini. Haðani eru varðar allan vegin til Funningsfirðar.

Onkuntíð er portrið við rættina uttan fyri seyðahúsið afturlatið. Tá má portrið verða opnað og latið væl aftur aftaná. Um portrið ikki fæst upp, biður røktingarmaðurin, Petur, okkum um at gleiva upp um hegnið. Uppi í 190 m hædd er eitt annað portur. Har manglar eisini ein vinarstigi, so her mugu vit eisini gleiva uppum. Á skarðinum verur somuleiðis gleivað upp um hegnið. 

  • funningsfj-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • funningsfj-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • funningsfj-3-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • funningsfj-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
Norðskáli - Funningsfjørður
Funningsfjørður - Norðskáli

Norðskáli - Funningsfjørður

Funningsfjørður - Norðskáli

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
4.2 km

longd

hilltop peak icon
391 m

Hægsta stað

family icon
378 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi til børn áleið 8 ár. Heldur langt og nógvir hæddarmetrar. Haraftrat heldur bratt niðan úr Funningsfirði
difficulty icon Miðal - Niðan úr Funningsfirði eru onkur støð, har tað, hóast vallað, er eitt sindur bratt
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin.Í støðum eitt sindur vátt, serliga á skarðinum eystan fyri Hagavatn. Niðan úr Funningsfirði eitt sindur bratt í støðum
2°C
6 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours