Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Náttúrutúrur kring Havnina

Fjølbroyttur, friðsælur og vakur túrur – við góðum útsýnið, niðan á Varða, Kleynsvarða og út í Havnardal, umframt framvið forvitnisligum bygningum í Havnini.

Túrurin byrjar við Visit Tórshavn í Steinatúni . Gakk niðan gjøgnum býin eftir Niels Finsensgøtu inntil tú nært viðarlundina. Nógv fólk leita sær dagliga til hesa perlu, ella bara ganga ígjøgnum hana á veg til og frá arbeiði. Eisini plaga árligu pisufundirnir at verða hildnir her, har røðurnar verða fluttar fram uppi frá stóru steinunum ovast í brekkuni. Beint sunnanfyri talarastólin, stendur sera yndisliga bronsustandmyndin av dreymagentuni Tariru – eisini kalla Álvagentan, eftir Hans Paula Olsen, sum bleiv reist til minnis um William Heinesen. 

 

Halt fram til tú kemur til ta næstu brúnna, har tú snarar niðan til vinstru – niðan til stóra minnisvarðan til minnis um teir sjómenn, ið lótu lív undir seinna heimsbardaga. Við bæði vøtnini beint niðanfyri minnisvarðan, er ríkt fuglalív – eisini onkur forvitnisligur fuglur. Júst sum tú kemur út úr viðarlundini og snarar niðan eftir Dalagøtu, sært tú beint yvir á Williamshús, barndómsheimið hjá áðurnevnda listamanni og heiðursborgara í Tórshavn, Williami Heinesen.              

 

Gakk víðari til tú kemur niðan á endan á Írarók. Halt fram smáar 100 m. niðan eftir smølu gøtuni móti Hotel Føroyar, til tann fyrsta lítla varðan, har tú snarar til høgru niðan tvørtur um Oyggjarvegin og víðari niðan eftir vallaðu gøtuni millum bilasøluna og Brandstøðina. Beint eftir at tú ert kemur út um bøgarðsportrið, ber til at gera eitt rend 150 m. norðureftir, fram við hegninum omanfyri brandstøðina, til Varðholuna, sum er ein kulla í lendinum við einum stórum steini mitt í. Varðholan bleiv brúkt til bæði fólkafundir og at goyma seg fyri sjórænarum. Eisini plagdu skótarnir at gera vikuskiftis útferðir niðan her – hetta lá jú langt uttanfyri Havnina. Halt á fram niðan eftir bygdagøtuni, sum førir norður til m.a. Syðra- og Norðadals. Komin niðan á slætt við á Varða, gerst tað aftur so deiliga friðsælt. Tað er sum um at alt óljóð úr býnum brádliga sløknar. 

 

Við avbera góða útsýninum yvir Hoyvík, Tórshavn, Argir, Nólsoynna – ja, og eisini norðureftir inn á Skálafjørðin og Eysturoynna, við øllum fjøllunum har norðuri, gongur tú víðari niðan eftir Keldunum. Her er rættuliga forvitnisligt við teimum nógvu ómetaliga stórur steinunum, sum liggja á slættanum. Komin eitt sindur niðan um Keldurnar er ein gøta til vinstru, suður omanav til Hotel Føroyar. Tú kanst velja at taka hendan snarvegin oman á kappríðingarbreytina í Marknagili, fyri harvið at droppa túrin út í Havnardal. Tá hálverast túrurin bæði í longd og hæddarmetrum. Við góða útsýninum gongur tú víðari niðan eftir Dalsgøtuni, niðan til Kleynsvarða. Her steðga reiðfólkini ofta á her meðan rossini hvíla.

 

 

Gakk víðari oman til vatnbyrgingina í Havnardali. Vatnbyrgingin bleiv gjørd í 1966, tá fólkatalið í Havnini var vaksið til 10.000. Fylg gøtuni suðurum byrgingina og oman á vegin. Gakk 200 m. suður eftir vegnum og snara so til høgru oman í sera hugnaligu, og lutfalsliga nýggju, viðarlundina. 

 

Niðan við Tvørá er spæliplássið hjá útifrítíðarskúlanum Spíranum í Havnardali, sum liggur uppi við rossafjósini, og tískil síggjast ofta børn spæla her. Niðri við gøtuna er eitt lítið skýlið har har tú kanst seta teg og ringda møðina við einum kaffimunni, áðrenn túrin niðan fram við ánni. 

 

Gakk niðan á høgru síðu á Tvørá. Eftir 250 m. kemur tú niðan á høvuðsvegin út til vatnbyrgingina. Gakk tvørtur um vegin og halt fram víðari niðan við ánni, her gamla torvgøtan lá. Eftir 130 m. kemur tú til eitt óvanliga stórt niðurdottið torvhús, sum var torvhúsið hjá bakaranum í Hornabø. 

 

Halt fram víðari við hestafjósunum og tvørtur um fjallið, fram við hestakappríðingarbreytini og oman við Marknagilsánni – og njót avbera vakra útsýnið yvir Havnina og fjørðin meðan gingið verður oman. Komin oman um Marknagilsvegin heldur tú fram oman eftir gøtuni millum stóra stásiliga skúlan Glasir og hugnaligu viðarlundina við Rættará beint eystanfyri, har gamla drekkivatnsbyrgingin eisini liggur. Við stóra skorstein skilir gøtan seg. Tann til vinstru fer oman til fram við vatnbyrgingini, meðan tann til høgru – tann sum tú skalt eftir, fer oman fram við stóra Glasir bygninginum. Stutt eftir, kemur tú til Vesturkirkjuna, sum við sínum 42 metrum er Føroya hægsti bygningur. 

 

Gakk víðari oman gjøgnum smølu gongugøtuna á Skálatrøð, har tú til seinast gongur fram við gomlu fabrikkini hjá Østrøm, eisini kallað bollafabrikkin – ein serstakur bygningur frá 1894, sum upp gjøgnum tíðirnar hevur hýst alskins virksemi. Her hava tey framleitt m.a. lýsi, fiskabollar og ís. Hetta var eisini sentrala frystiboksin hjá havnarfólki, høvuðsstøð hjá bretsku hermonnunum, kolasøla, o.a. 

 

Gakk seinasta strekkið yvir til hugnaliga og lívliga umhvørvið í Vágsbotni – kanska liggur  onkur útróðrarbátur inni við sølutorgið og selur fisk. Gakk haðani niðan gjøgnum gongugøtuna til Visit Tórshavn, har tú byrjaði.

Miðbýurin
Við Oyggjarvegin

Miðbýurin

Sí mynd, sum lýsir parkeringviðurskiftini í miðbýnum

Við Oyggjarvegin

Tú kanst eisini parkera við Oyggjarvegin, har sum omankoyringin til Hotel Føroyar er – sí grøna kassan á myndini, og so ganga allan, ella partar av túrinum harfrá – sí bláu pílarnar út á svørtu linjurnar. Tá er rundtúrurin út í Havnardal 9,3 km. og 280 hæddarmetrar, meðan rundtúrurin oman í býin er 5,9 km. og 230 hæddarmetrar.

Steinatún
Hotel Føroyar

Steinatún

Hotel Føroyar

Fakta

path icon
3t 0m

Tíð

path icon
14 km

longd

hilltop peak icon
307 m

Hægsta stað

family icon
463 m

Hæddarmetrar


family icon
difficulty icon Avbjóðandi -
terrain icon
°C
m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours