Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Langasandur - Streymnes

  • 2020-04-23-langasandur-streymnes-105-img-0018-jpg
    Útsýnið frá Stígunum, omanfyri Langasandi, norður gjøgnum Sundini. Í bakgrundini Eiði. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-23-langasandur-streymnes-104-img-0017-jpg
    Útsýnið frá Stígunum, omanfyri Langasandi, norður gjøgnum Sundini. Í bakgrundini brúgvin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-23-langasandur-streymnes-110-img-0030-jpg
    Hægsta punkt á leiðini, í 354m. hædd, varðin á Streymneshálsi. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-23-langasandur-streymnes-111-img-0033-jpg
    Ørvisfelli omanfyri Saksunardali. Við sínum 783m. er tað næsthægsta fjall á Streymoynni. Bygdagøtan millum Saksun og Vestmanna gongur gjøgnum gjøgnum dalin vinstru megin Ørvisfelli. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-23-langasandur-streymnes-114-img-0047-jpg
    Stórá í Saksunardali. Um tað hevur verið turt í nakrar dagar, er lætt at sleppa tvørtur um. Annars má ein vassa ella ganga teir 800m. norður niðan til brúnna. Mynd: Óli Gardshodn

Ein lættur túrur tvørtur um tann slætta Langasandshagan, har fleiri áir renna, og gott útsýni er yvir Sundini og Saksunardal

Komin niðan frá Langasandi verður fyrst gingið suður eftir Ryssheiðum og Slættanum, eitt vakurt, slætt og hugnaligt øki beint oman fyri Langasand. Haðani gongur leiðinniðan gjøgnum Stígarnar. Hetta er eitt sindur tungt, men her er gott og vallað at ganga. Restin av túrinum er løtt.

 

Í Langasandshaganum verður fyrst gingið tvørtur um ta vøkru Norðaru Gjánagjógvará, síðan ein góðan kilometur eftir slættanum, til komið verður niðan á Streymnesháls. Haðani verður gingið oman í Saksunardal,  meginpartin av teininum verður gingið fram við tí hugnaligu Streymnesánni og tí hugtakandi bratta økinum við Streymnesfossum.

 

Tá ið komið er oman á slætt, skal ein tvørtur um ta vøkru Dalánna fyri at koma til høvuðsvegin. Um summarið, tá ið turt er, er hampiligt at koma tvørtur um ánna í vanligum fjallaskóm, tó kann hellan í ánni vera hál at ganga eftir. Um tað hevur regnað, er áin munandi størri, og tá er kanska neyðugt at vassa yvirum. Eisini ber til at ganga niðan til brúnna um Dalá, 800 m longri uppi. 

 

Fá fólk ganga hendan túrin, so her er sera friðarligt. Útsýnið yvir Sundini, Saksunardal og øll fjøllini rundanum er vakurt og fjøltáttað.

 

Tvørtur um Dalánna skal verða leitað eftir besta staðnum at ganga tvørturum. Um veðrið loyvir tí, ber til at ganga frá snippinum av tunguni millum Dalá og Streymnesánna, fyrst nakrar metrar omaneftir og síðan beint tvørturum – sum gpx-fílan eisini vísir. 

Langasandur - Streymnes
Streymnes - Langasandur

Langasandur - Streymnes

Ongin bussur steðgar í Langasandi, men til ber at ganga til Oyrabakka, har bussambandið er gott. 

Parkering, Langasandur
Set bilin við endan á Rættargøtu. Gakk so út gjøgnum rættina og ígjøgnum eitt hol í hegninum beint uttan fyri rættina (sí mynd).

 

  • langasandur-1-png
    parkering (grønt) og leiðin út (blátt)
  • langasandur-2-png
    parkering (grønt) og leiðin út (blátt)
  • langasandur-3-png
    leiðin út (blátt)

Streymnes - Langasandur

Leið 450 steðgar í Hvalvík: 

Parkering, Streymnes
Gøtan byrjar inni í Saksunardali, uml. 3,8 km frá busssteðgiplássinum í Hvalvík. Har er hampiliga stórt parkeringspláss tætt við, og haðan verður gingið yvir um Dalánna og niðan við Streymnesánni (sí myndir).

  • streymnes-2-png
    leiðin út (blátt)
  • streymnes-1-png
    frá bussteðgistaði til byrjan
  • streymnes-3-png
    parkering (grønt) leiðin út (blátt)
  • streymnes-4-png
    leiðin út (blátt)
Langasandur - Streymnes
Streymnes - Langasandur

Langasandur - Streymnes

Streymnes - Langasandur

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
4.5 km

longd

hilltop peak icon
365 m

Hægsta stað

family icon
349 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi til børn omanfyri 6 ár
difficulty icon Miðal - Tað kann taka eina løtu at finna rætta staðið at koma tvørtur um Dalá, um nógv vatn er í ánni, hóast áin er sera spøk og grunn. Smærri børn skulu allarhelst berast tvørturum. Í staðin kann verða farið um ánna uppi við brúnna 800 m longri uppi – t.e. nærri móti Saksun
terrain icon Vallað mest sum allan vegin. Nógvur lyngur er niðan við Streymnesánni, og nakað grýtut er uppi við Streymnesfossar
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours