Kambsdalur – Skálafjørður

  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Kambsdalur-Skálabotnur
    Ritafjall speglast í Trælavatni. Mynd: Chris Riefenberg
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Kambsdalur-Skálabotnur
    Mynd: @simon_vilgertshofer
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Kambsdalur-Skálabotnur
    Mynd: @dominiclars

Fá frið í sinnið og njót útsýnið yvir Fuglafjørð og Skálafjørð á hesum deiliga túri fram við Trælavatni

Byrja við barnagarðin Stropan á Kambsdali. Gøtan byrjar við ánna. Far upp um girðingina. Har er eingin slóðað rás og eingir varðar. Gakk á skák niðaneftir til vinstru (suðureftir) og ver so nøkulunda í beinari linju frá vegnum, sum gongur niðan ímillum miðnámsskúlan og ítróttahøllina.

 

Fyrst gongur tú um gomlu torvheiðarnar, sum hoyrdu til Fuglafjørð. Á Skarðsbrúgv kemur tú til gjónna. Gakk ímóti gjáarmunnanum har gongt er niðan á Skarðsbrúgv. Har sært tú fyrsta varðan. Haðan hevur tú frálíkt útsýn yvir Fuglafjørð og øll fjøllini rundan um bygdina. 

 

Norðanfyri sæst yvir á Kalsoynna við tí hvassa Nestindi, sum við sínum 788 metrum stingur seg upp í loft, og víðari yvir á stórbæru Kunoynna. Eystanfyri er Ritafjall (eisini kallað Leirvíksfjall), og hyggur tú omanyvir, sært tú Leirvíksvegin. 

 

Nú kemur tú til Trælavatn, har eitt stórt fiskimásabøli er um summarið. Har eru tjøldur, gæs og aðrir fuglar. Tú mást halda teg norðan fyri vatnið, har tú kemur til eina gamla gøtu. Gøtan er sløtt,men lendið er túgvut og grýtut. Har eru nakrir varðar, sum vísa hagamørk einar 100 metrar sunnan fyri gøtuna. Ansa eftir ikki at ganga skeivan veg!

 

Tá ið tú sært langa fjørðin suður ímóti Toftavatni við Nólsoynni í baksýninum, snarar varðagøtan líðandi til høgru. Reyðafelstindur er framman fyri teg. Ansa eftir, tá ið tú fert oman Rossastígar, tí har er bratt í støðum. Tað kann vera ringt at fáa eyga á varðarnar. Varðarnir eru longri niðri á slættanum. Gakk ímóti teimum.

 

Best er at ganga fram við ánni oman í Tundradal syðrumegin (vinstrumegin).

 

Søgn sigur, at einaferð vóru fýra menn úr Hattarvík á Fugloynni, nevndir floksmenninir, sum ætlaðu at taka allar Føroyar. Teir vórðu tiknir og dømdir at verða stoyttir oman av brattasta partinum av Valaknúkum. Dómurin varð framdur, og teir vórðu grivnir við Tingstein undir Valaknúkum. Gakk oman á høvuðsvegin tætt við bensinstøðina. Ætlar tú tær longur, kanst tú halda fram frá Skálabotni til Selatraðar. Tað tekur hálvan fjórða tíma aftrat.   

Kambsdalur – Skálafjørður
Skálafjørður - Kambsdalur

Kambsdalur – Skálafjørður

Leið 400 steðgar í Gøtudali, har tú kanst skifta til Leið 410, sum steðgar á Kambsdali. 

Parkering, Kambsdalur
Set bilin við ítróttarhøllina á Kambsdali

  • Parking-Startingpoint-Kambsdalur
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Parking-Kambsdalur
    Set bilin við ítróttarhøllina á Kambsdali

Skálafjørður - Kambsdalur

Leið 450 steðgar í Skálafirði. Samband er við Leið 400, sum koyrir til Havnar og Klaksvíkar á Skipanes Krossinum.

Parkering, Skálafjørður
Parkera við 1) bensinstøðina Effo ella við 2) samkomuhúsið Kelduna longri niðri í Skálafirði.

  • udklip-map-parkering-and-startingpoint-jpg
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Parking-Skálabotnur
    1) Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Parking-Skálabotnur
    2) Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
Kambsdalur – Skálafjørður
Skálafjørður - Kambsdalur

Kambsdalur – Skálafjørður

Skálafjørður - Kambsdalur

Fakta

path icon
1t 45m

Tíð

path icon
3.7 km

longd

hilltop peak icon
385 m

Hægsta stað

family icon
290 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg rættiliga væl til børn. Men ver varin oman av Trælavatnaskarði og oman Rossastígar
difficulty icon Miðal - Rættiliga lættur. Eitt sindur tungur at koma upp av Kambsdali, síðan gongur gøtan eftir sløttum, til hon fer oman ímóti Skálafjørði
terrain icon Fyri ein part ikki sjónsk vallað gøta niðan til Trælavatn. Haðan vallað/steingøta við varðum. Onkustaðni grót og klettar
2°C
9 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours