Húsavík - Skarvanes – Dalur

  • husavik-derek-malou-jpg
    Húsavík Mynd: Derek Malou
  • skarvanes-michiel-pieters-jpg
    Skarvanes Mynd: Michiel Pieters
  • Dalur-Villagepath-Hiking-Sandoy
    Dalur Mynd: Derek Malou

Fylg gamla torvvegnum og vitja vøkru bygdirnar sunnast í Sandoynni

Byrja við krossin Skálavík/Húsavík. Gakk 200 metrar úr Húsavík til Guðrunarløk, ið rennur fram við einari rætt við vegin.

 

Halt fram frá rættini við Guðrunarløk inn undir kneysan sunnanfyri. Undir kneysanum liggur Runtaurð. Søgnin sigur, at Runti var seyðatjóvur, ið krógvaði seg har. Jóladag vágaði hann sær út úr skjóli sínum at kóka sær ein bita, tí hann væntaði ongan at vera úti tá. Men hann fór skeivur, og hann varð funnin og tikin.

 

Stutt haðani gongur leiðin fram við Klovnasteini. Hetta eru tveir steinar, ið standa á ein slíkan hátt, at tað sær út sum ein steinur, ið er klovin í tvey. Sambært pátrúgv mást tú ikki ganga ímillum teir, tí so fert tú at doyggja, áðrenn árið er ligið.

 

Lendið, tú gongur á, er gomul mójørð. Tá ið tú sneiðir suðurum við Líðarøkur, fært tú frálíkt útsýni yvir Dúnjavatn við Stóru og Lítlu Dímun og Suðuroy í bakgrundini. Salthøvdi sæst eisini haðani eins og Sandsbygd, sum er mett at vera millum elstu bygdir í Føroyum. Eitt vet norðan fyri Stóru Dímun stendur Øssursdrangur, uppkallaður eftir Øssuri Havgrímssyni, víkingahøvdinganum, ið Sigmundur Brestisson drap í valdsstríði. Sunnan fyri Øssursdrang liggur Grønaskor. Øssur bað um at verða grivin við andlitinum móti Grønaskori. Høgrumegin liggur Skúvoy.

 

Túrurin út á Høvdan í Skúvoy og víðari haðani oman í Fagradal er avbera vakur og áhugaverdur. Hildið verður eisini, at Sigmundur Brestisson liggur jarðaður í Skúvoy. Í klárum veðri sæst Mykines í ein útnyrðing úr Skúvoy.

 

Longri uppi á Skarvanesi skalt tú fara ígjøgnum opið í hegninum næst ánni. Gakk oman millum ánna og SEV-pelarnar – ikki gjøgnum bøin. 

 

AV SKARVANESI TIL DALS

Av Skarvanesi ganga tvær gøtur. Far suður eftir tí ovaru. Gøtan endar við ein niðurfalnan grótgarð, og har byrjar gøtan til Dals. Aftan á Dalsrók, umleið ein hálvan kilometur frá Skarvanesi, er stutt brøtt undanbrekka. Annars gongur gøtan líðandi niðan til Handasta Varða. Á vegnum niðan til Handasta Varða sæst mýrilendi, og Vatnsdalsvatn liggur høgrumegin.

 

Aftan á síðsta varðan í Dali skalt tú eftir vegnum oman í bygdina.

 

Dalur er sunnasta bygd í Sandoynni. Hon fekk vegasamband til hinar bygdirnar í 1963. Kirkjan í bygdini varð vígd í 1957.

Húsavík - Skarvanes – Dalur
Dalur - Skarvanes - Húsavík

Húsavík - Skarvanes – Dalur

Til at koma til Húsavíkar við leið 601.

Báðar leiðirnar í Sandoynni koyra til Skopunar, har fergan siglur frá. 

Parkering, Húsavík
Í Húsavík kann bilurin setast á parkeringsplássið, har sum Skúlavegur byrjar í neðra. Eisini beint hinumegin vegin Fram við Ánni kann bilurin standa (grønu strikurnar á myndini vísa møguleikarnar). 

  • parkering-husavik-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • starting-point-husavik-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parkering-husavik-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering
  • parking-startingpoint-husavik-png
    Grøna linjan vísir á parkering

Dalur - Skarvanes - Húsavík

Til at koma til Dals við leið 601.
Báðar leiðirnar í Sandoynni koyra til Skopunar, har fergan siglur frá. 

Parking, Dalur 
Tað er møguligt at seta bilin í bygdini. (Sí mynd)

  • parking-and-starting-point-dalur-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parking-starting-point-dalur-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
Guðrunarløkur - Skarvanes – Dalur
Dalur - Skarvanes - Húsavík

Guðrunarløkur - Skarvanes – Dalur

Dalur - Skarvanes - Húsavík

Fakta

path icon
3t 30m

Tíð

path icon
7.5 km

longd

hilltop peak icon
300 m

Hægsta stað

family icon
182 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi fyri børn
difficulty icon Miðal - Lætt til Skarvanes, miðal til Dals
terrain icon Grasvaksnin varðagøta
2°C
8 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours