Funningur - Gjógv

  • 2019-09-22-funningur---gj-gv-105-img-0012-jpg
    Við Hórisstein beint omanfyri bøgarðin í Funningi. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-22-funningur---gj-gv-112-img-0022-jpg
    Brádliga broytist veðrið og tokan nærkast. Útsýnið uppi á slættanum omanfyri Funning, beint niðanfyri Mortanskeldu. Í bakgrundini til høgru Vaðhorn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-22-funningur---gj-gv-115-img-0027-jpg
    Brádliga broytist veðrið og tokan nærkast. Útsýnið uppi á slættanum omanfyri Funning, beint niðanfyri Mortanskeldu. Í bakgrundini til høgru Vaðhorn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-22-funningur---gj-gv-118-img-0031-jpg
    Varðar í Gjáardali, á bygdagøtuni frá Funningi til Gjógv. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-22-funningur---gj-gv-120-img-0036-jpg
    Bygdagøtan í Gjáardali liggur meginpartin av teininum millum ánna og landsvegin. Mynd: Óli Mynd: Óli Gardshodn
  • sebasian-fieber---bastifbr-5-jpg
    Gjáar bygd. Mynd: @bastifbr

Tað er frálíkur túrur at ganga millum vøkru bygdirnar Funning og Gjógv, hóast meginparturin av túrinum liggur framvið landsvegnum

Úr Funningi er best at ganga inn millum gomlu dansistovuna, Uppi í Túni 18, og húsini beint omanfyri, í Túni 16. Haðani gongur ein niðan vinstrumegin (vestan fyri) ánna.

 

Upprunaliga var gøtan steinsett, men í dag er tað ikki so sjónligt. Gøtan leiðir niðan til portrið í bøgarðinum, kallað Gjáarportrið. Haðani verður gingið niðaneftir skamt eystan fyri Skarðánna.

 

Við Gjógv eitur bygdagøtan Mannagøtan. Gjógv er brimpláss, og var ikki farandi sjóvegis, so var Mannagøtan einasta farleið av bygdini. Tað var sera tætt samband millum Gjógv og Funning í gomlum døgum. Kirkja kom ikki til Gjáar fyrr enn í 1929, so Funnings kirkja var eisini “Gjáar kirkja”. Tá ið gjáarfólk fóru í kirkju í Funningi, vóru tað ikki øll, sum gingu allan vegin oman til Funnings. Tey elstu, sum ikki orkaðu brøttu brekkuna í Funningi, settust við Kirkjustein, í 215 m hædd. 

 

Gjáarfólk vórðu eisini jarðað í Funningi, og var ikki bátsveður, vórðu líkini borin eftir Mannagøtuni.  Á Gjáarskarði er Líksteinur, sum ber navn sítt av, at her hvíldu teir við líkinum, meðan kistan stóð á Líksteini. Á hesari leiðini livir eisini ein søgn. Hetta var, áðrenn nakar búsettist við Gjógv. Eitt skip fórst í fjøruni í stormi og kavaroki, og nakrir menn bjargaðu sær í land og fóru til gongu hendan vegin undan veðrinum heim í gjøgnum Dalin ímóti Funningi. Eingin bar boð í bý, og teir liggja grivnir við nakrar stórar steinar á hesi leiðini. Steinarnir bera nøvn eftir monnunum: Brúnisteinur, Antarsteinur, Hóristeinur, Tassisteinur, Mann og Árnasteinur.

 

Ongir varðar eru, fyrr enn komið verður niðan á slætt, í 240 m hædd. Haðani eru varðar niðan til hegnið á skarðinum. Síðani eru ikki varðar at síggja aftur fyrr enn rættiliga langt niðri í , og teir eru fáir í tali.

 

Við Gjógv byrjar gøtan á brúnni og tú fylgir landsvegnum, til tú kemur til rulluportrið niðri í bygdini. Haðani verður gingið fram við hegninum, so langt tað røkkur, og síðani fram í beinari leið niðan á skarðið.

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tó eru betri umstøður at seta bilin í Funningi.  

Funningur - Gjógv
Gjógv - Funningur

Funningur - Gjógv

Leið 201 hjá SSL millum Oyrarbakka og Gjógv steðgar í Funningi. Sostatt ber til at seta bilin í Funningi ella við Gjógv og koyra aftur til bilin við bussi. 

Leið 450 koyrur til Oyrarbakka

Parkering, Funningur
Í Funningi eru góðar umstøður at seta bilin niðri við brúnna í bygdini. Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið.

  • parkering---funningur-1-png
    Grøna linjan sipar til parkering og bláa linjan til byrjunarstað

Gjógv - Funningur

Leið 201 hjá SSL millum Oyrarbakka og Gjógv steðgar í Funningi. Sostatt ber til at seta bilin í Funningi ella við Gjógv og koyra aftur til bilin við bussi. 

Leið 450 koyrur til Oyrarbakka

Parkering, gjógv
Í Gjógv ber til at parkera á almennu parkeringsplássunum – sí myndir

  • parkering---gj-gv-1-png
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu linjurnar vísa til byrjunarstað
  • parkering---gj-gv-2-png
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu linjurnar vísa til byrjunarstað
Funningur - Gjógv
Gjógv - Funningur

Funningur - Gjógv

Gjógv - Funningur

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
3.8 km

longd

hilltop peak icon
315 m

Hægsta stað

family icon
307 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg við børnum yvir 8 ár
difficulty icon Miðal - Bratt er oman fyri Funning – annars er vallað og gott at ganga allan vegin
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Funningsmegin er rættiliga bratt
2°C
6 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours