Funningur - Eiði

  • funningur-2-jpg
    Funningur. Mynd: Photo: @alexstelma
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-104-img-0015-jpg
    Útsýnið frá bøgarðsportrinum omanyvir Funning. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-110-img-0029-jpg
    Útsýnið frá eini Torvkrógv í grønubrekku omanfyri Funningi. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-111-img-0030-jpg
    Varði á bygdagøtuni í Grønubrekku. Í bakgrundini Vaðhorn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-116-img-0056-jpg
    Útsýnið yvir Eiðisvatn, sum veitir vatn til Eiðisverkið. Í bakgrundini Streymoy Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-117-img-0058-jpg
    Útsýnið yvir Risan (og Kellingina). Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-119-img-0063-jpg
    Leiðin tvørtur um Vál er ein slættur og góður túrur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-123-img-0077-jpg
    Ein varði tætt við bøgarðin á Eiði. Longur uppi sæst varðin millum Klettar. Til vinstru sæst Hálsur, sum leiðir niðan til Slættaratind. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-124-img-0080-jpg
    Útsýnið yvir Eiði. Mynd: Óli Gardshodn
  • andr-alexander-formgestalter-2-jpg
    Eiðis bygd. Mynd: @formgestalter

Tað er ein góður og vakur túrur at ganga undir hægstu fjøll okkara á bygdagøtuni millum myndavøkru bygdirnar Funning og Eiði

Um farið verður úr Funningi, verður gingið frá ovastu húsunum í bygdini (Svørvisvegur 8) og beina leið niðaneftir á landsvegin oman fyri bygdina. Fyrstu varðarnir síggjast ikki frá vegnum, og ikki fyrr enn komið verður rættiliga langt niðan (niðan í Grønubrekku), í 250 m hædd, er fyrsti varðin at síggja.

 

Ein smalur geiri er matrikuleraður til bygdagøtuna niðaneftir úr Funningi, og gingið verður fram við áarbakkum á leiðini. Komin niðan á vegin verður gingið á skák niðan til portrið í bøgarðinum – kalla Eiðisportrið.

 

Arnasteinur, stóri steinurin vestan fyri Funning, beint áðrenn komið verður niðan á niðasta vegin, sigst hava fingið nevnið eftir Arna, sum lá frystur har, eftir at hann og nakrir aðrir komu frá eini skipsvanlukku, har skipið rendi á land. Hinumegin er Hórissteinur, ið ikki kom eins langt og Arni.

 

Tað er lættari at ganga túrin av Eiði, har gøtan eisini sæst munandi betur. Byrjað verður við vatnbrunnin og gingið niðan eftir rygginum við Króksgil. Har kemur tú rættiliga skjótt til fyrsta varðan, og síðan eru varðar heilt niðan á Eiðisskarð, tó at heldur langt kann vera millum varðarnar í støðum. 

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tó eru betri umstøður at seta bilin á Eiði.

Funningur - Eiði
Eiði - Funningur

Funningur - Eiði

Leið 201 hjá SSL millum Oyrarbakka og Gjógv steðgar í Funningi, og leið 200 koyrir millum Oyrarbakka og Eiði.  Sostatt ber til at seta bilin á Eiði ella í Funningi og koyra aftur til bilin við bussi.

Leið 450 koyrir til Oyrarbakka.

Parkering, Funningur
Í Funningi eru góðar umstøður at seta bilin niðri við brúnna í bygdini. Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið.

  • parkering---funningur-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering, bláa linjan vísir til túrabyjan
  • parkering---funningur-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering, bláa linjan vísir til túrabyjan
  • parkering---funningur-3-png
    Bláa linjan vísir til túrabyjan
  • 2019-09-21-funningur---ei-i-104-img-0015-jpg
    Portur uppiyvir Funningi

Eiði - Funningur

Leið 201 hjá SSL millum Oyrarbakka og Gjógv steðgar í Funningi, og leið 200 koyrir millum Oyrarbakka og Eiði.  Sostatt ber til at seta bilin á Eiði ella í Funningi og koyra aftur til bilin við bussi.

Leið 450 koyrir til Oyrarbakka.

Parkering, Eiði
Á Eiði er gott pláss at seta bilin, har gøtan byrjar, t.e. har vegurin til Funnings/Gjáar byrjar. Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið.

  • parkering---ei-i-1-png
    Sí grønu linjuna ið vísir á parkeringsmøguleikar og bláu linjuna ið vísir túrabyrjan
  • parkering---ei-i-2-png
    Sí grønu linjuna ið vísir á parkeringsmøguleikar og bláu linjuna ið vísir túrabyrjan
Funningur - Eiði
Eiði - Funningur

Funningur - Eiði

Eiði - Funningur

Fakta

path icon
2t 45m

Tíð

path icon
6.5 km

longd

hilltop peak icon
407 m

Hægsta stað

family icon
397 m

Hæddarmetrar


family icon Egnaður til børn yvir 8 ár
difficulty icon Miðal - Bratt er oman fyri Funning og eitt sindur illgongt á leiðini oman móti Eiðisvatni
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Funningsmegin er rættiliga bratt
2°C
7 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours