Fuglafjørður - Hellurnar

  • kiva1567-fuglafj-r-ur-jpg
    Mynd: @kirstinvang
  • kiva2146-fuglafj-r-ur-jpg
    Mynd: @kirstinvang
  • 2020-04-16-fuglafj-r-ur-hellurnar-106-img-0023-jpg
    Útsýnið frá bøgarðsportrinum í Fuglafirði. Bygdagøtan byrjar beint omanfyri vestara enda á fótbóltsvøllinum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-16-fuglafj-r-ur-hellurnar-109-img-0020-jpg
    Varðin uppi í Botni omanfyri Fuglafjørð, uml. 250m frá Fuglfjarðarskarði. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-16-fuglafj-r-ur-hellurnar-112-img-0017-jpg
    Útsýnið frá Vørðhamari út yvir dalin omanfyri Hellurnar. Tá gingið verður frá Fuglfjarðarskarði oman til Hellurnar, kemur ein til hendan varðan í Vørðhamari, sum vísir á stíggin sum gangast kann gjøgnum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-16-fuglafj-r-ur-hellurnar-114-img-0043-jpg
    Útsýnið oman gjøgnum dalin omanfyri Hellurnar. Bygdagøtan gongur gjøgnum gomlu torvheiðarnar, har fleiri torvkráir síggjast. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-04-16-fuglafj-r-ur-hellurnar-116-img-0052-jpg
    Eyðkendi høgi pelin omanfyri Hellurnar, sum vísir hvar leiðin oman til Hellurnar gongur gjøgnum brøttu brekkuna, kalla Spreingisbrekka. Steinar, við gulum frámerki vísa á leiðina. Mynd: Óli Gardshodn

Ein góður túrur millum stórfingin fjøll eftir gomlu bygdagøtuni millum Fuglafjørð og Hellurnar

Túrurin byrjar við fótbóltsvøllin ovarlaga í bygdini. Frá vegnum vestan fyri fótbóltsvøllin er ein gøta nevnd Skarðsrás, sum gongur 50 m niðaneftir til eitt portur. Gakk einar 200 m niðan eftir rásini gjøgnum bøin, til tú kemur til hagaportrið.

 

Haðan kann vera trupult at síggja gøtuna, men eitt sindur til høgru okkurt um 500 m longri frammi sæst fyrsti varðin. Oman fyri niðasta varða er ein ryggur nevndur Rossaryggur. Farvegur av rásini sæst ganga niðaneftir. Við bakinum móti Fuglafirði sært tú í vestri Blábjørg, Jøklaskarð, Gjógvaráfjall og Niðan á Hús, hagar fólk í gomlum døgum flýddu undan sjórænarum. Síðan sært tú Nón (sum hevur fingið navnið, av tí at sólin rakar um nón – tað er klokkan trý seinnapartin), Breiðaskarð, Kamb, Trælavatnaskarð og Tyril.

 

Tiltakið Topp Fuglafjørður er stundum í septembur. Talan er um túr niðan á tey 10 fjøllini kring Fuglafjørð. Túrurin er einar 18-20 km og rættiliga krevjandi, men framúr vakur. Nærri kunning fæst á kunningarstovuni á staðnum.

 

Gøtan millum Fuglafjørð og Hellurnar eitur Sjúrðargøta. Søgnin sigur, at ein risi kom úr Suðuroy til Oyndarfjarðar at royna sína styrki, men eingin hættaði sær móti honum. Oyndfirðingar eggjaðu Sjúrði bónda at bjóða risanum av. Hann vildi hava yngsta sonin, ið eisini æt Sjúrður, at royna seg. Teir tókust, og Sjúrður vann á risanum. Pápin lønti honum væl fyri roysnið. 

 

Á Skarðinum eru tveir stórir varðar, og gamalt er at leggja tríggjar steinar aftur at vørðunum, hvørja ferð tú gongur fram við teimum, og siga: “Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.” Hetta er ætlað bæði at vælsigna teg og verja teg, so tú ikki villist. Av Skarðinum sært tú norðureftir móti Oyndarfirði og fjøllini, Tind, Knúk og Sandfelli. Fyrsta sunnudag í august er siður at hava fólkafund við røðu og sangi á Skarðinum

 

Tá ið tú gongur oman av Skarðinum, eru Hulduheyggjar vestanfyri. Tað var her, jarðarmóðirin á Dalbø í Fuglafirði hjálpti einari huldukonu, ið var komin til at eiga. Hon fekk góða løn afturfyri.

 

Ein onnur søga er um stríð um jørð millum bóndan í Oyndarfirði og Gullbrand bónda í Fuglafirði. Gullbrandur varð dripin og fjaldur í Gullbrandshelli og lagdur í Gullbrandsleiði, sum er næst gøtuni.

 

Tá ið tú nærkast Hellunum, gongur tú oman Kliv og Spreingisbrekku. Tað er eitt sindur bratt, til tú kemur til hagaportrið.

 

Vilt tú halda á og ganga eitt sindur longri, kanst tú ganga til Oyndarfjarðar og fara eftir gomlu bygdagøtuni millum Oyndarfjørð og Elduvík.

 

Gøtan á Hellunum er í støðum flutt eitt sindur. Nýggja leiðin er merkt við gulum merkjum, sum eru málað á steinar og annað fram við gøtuni. Hesi merki eru løtt at síggja. 

Fuglafjørður - Hellurnar
Hellurnar - Fuglafjørður

Fuglafjørður - Hellurnar

Busssamband er bæði til Fuglafjarðar og Hellurnar Leið 410 koyrur til og frá Fuglafirði.

Parkering í Fuglafirði
Í Fuglafirði ber til at seta bilin við vegjaðaran oman fyri fótbóltsvøllin, sí grønu frámerkingina. Fylg bláu strikuni út á bygdagøtuna.

  • fuglafj-3-png
    Grønar linjur vísa til parkering og bláar linjur vísa til túrabyrjan
  • fuglafj-1-png
    Grønar linjur vísa til parkering og bláar linjur vísa til túrabyrjan
  • fuglafj-2-png
    Fylg bláu linjuni fyri at byrja túrin
  • 2020-04-16-fuglafj-r-ur-hellurnar-106-img-0023-jpg
    Fyrst portrið yvir Fuglafjørði

Hellurnar - Fuglafjørður

Busssamband er bæði til Fuglafjarðar og Hellurna. Leið 481 koyrur av Skálafjørðið til Oyndarfjørð.

Parkering á Hellunum
Á Hellunum eru hampiliga góðir parkeringsmøguleikar. Niðan fyri vegin niðri bygdini, har sum gøtan byrjar, er parkeringspláss til nakrar bilar. Annars eru góð parkeringsviðurskifti niðri við kaiina, har sum høvuðsvegurin endar, uml. 160 m frá sjálvari bygdagøtuni. Til ber eisini at seta bilin við kirkjuna, um tað ikki er í kirkjutíð. Sí grønu frámerkingarnar.

  • hellurnar-2-png
    Grønu frámerkingarnar vísa til parkering og bláar vísa til túrabyrjan
  • hellurnar-1-png
    Grønar linjur vísa til parkering og bláar linjur vísa til túrabyrjan
  • hellurnar-4-png
    Grønar linjur vísa til parkering
  • hellurnar-3-png
    Grønar linjur vísa til parkering og bláar linjur vísa til túrabyrjan
Fuglafjørður - Hellurnar
Hellurnar - Fuglafjørður

Fuglafjørður - Hellurnar

Hellurnar - Fuglafjørður

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
3.1 km

longd

hilltop peak icon
353 m

Hægsta stað

family icon
309 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskandi við børnum um 6 ára aldur. Eitt sindur bratt frá Hellunum, kallað Spreingisbrekka
difficulty icon Miðal - Eitt sindur tungt at ganga tað fyrsta strekkið niðan frá Hellunum – gjøgnum Spreingisbrekku
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Heldur bratt niðan frá Hellunum – í Spreingisbrekku
2°C
7 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours