Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Elduvík - Funningsfjørður

  • elduvik-shawnogulu-jpg
    Elduvíkar bygd. Mynd: @shawnogulu
  • 2019-08-23-elduv-k---funningsfj-r-ur-109-img-0136-jpg
    Tann langi og sera náttúruvakri dalurin í Elduvík. Her gongur ein heilt fyri seg sjálvan millum tey høgu fjøllini, har bert ljóðið frá fossunum í stórá hoyrist. Í bakgrundini sæst Elduvíksbygd. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-23-elduv-k---funningsfj-r-ur-111-img-0146-jpg
    Varðin og rættin undir Øksnagjógv í Dalkinni. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-23-elduv-k---funningsfj-r-ur-121-img-0176-jpg
    Varðin við tjørnina á hálsinum omanfyri Funningsfjørð. Í bakgrundini Múlatindur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-23-elduv-k---funningsfj-r-ur-125-img-0191-jpg
    Útsýnið yvir Funningsfjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • funningsfj-r-ur-itsbigben-jpg
    Funningsfjørður. Mynd: @itsbigben

Ein lættur og góður túrur gjøgnum vakra dalin í Elduvík

Elduvík liggur út ímóti sjónum við munnan á longum, grønum dali, ið er girdur av høgum og brøttum fjøllum. 

 

Túrurin gongur niðan gjøgnum henda djúpa dalin, ið sýnist so mildur og blíður við Stórá makliga rennandi eftir slættanum.  

 

Á veg oman ímóti Funningsfirði er vakurt at ganga fram við stóru áunum. 

 

Tað er gott at ganga allan vegin millum Elduvík og Funningsfjørð. Í Funningsfirði er tó rættiliga bratt omanav. 

 

Náttúruvakurt er í Funningsfirði, sum liggur í øðrum endanum á dalinum millum báðar teir stóru firðirnar í Eysturoynni. Bygdin er og hevur verið savningarstaður fyri ferðsluna í økinum, og vegirnir til nærmastu bygdirnar eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.

 

Til ber at ganga túrin úr báðum endum.

 

Gøtan sæst ikki allan vegin, og varðar eru ikki allan vegin, so GPX fíla er neyðug.

Elduvík - Funningsfjørður
Funningsfjørður - Elduvík

Elduvík - Funningsfjørður

Eingin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Funningsfjarðar, so neyðugt er at koyra hagar sjálvur. 

Parkering, Elduvík
Í Elduvík er gott pláss at seta bilin við Kirkjuna. Eisini ber til at parkera á tveimum parkeringsplássum, ið liggja beint har, sum gøtan byrjar. (Sí myndir)

  • gpx-kort-parking-and-startingpoint-jpg
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parkering---elduv-k-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • parkering---elduv-k-2-png
    Grøna linjan vísir til parkerings øki

Funningsfjørður - Elduvík

Eingin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Funningsfjarðar, so neyðugt er at koyra hagar sjálvur.

Parkering, Funningsfjørður
Í Funningsfirði er gott pláss at seta bilin fram við ovaru síðu á ovara vegi, Á Flat). Haðan verður gingið fram við áarløkunum, niðan til portrið norðarlaga í grótgarðinum omanfyri. Portrið sæst frá vegnum (sí mynd).

  • gpx-kort-parking-and-startingpoint-funningsfj-r-ur---elduv-k-jpg
    Kort: grøna linjan vísir á parkering og bláa lijan vísir til byrjunarstað
  • parkering---funningsfj-r-ur-png
    Grøna linjan vísir til parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • 2019-08-23-elduv-k---funningsfj-r-ur-131-img-0206-jpg
    Portur yvir Funningsfjørði
Elduvík - Funningsfjørður
Funningsfjørður - Elduvík

Elduvík - Funningsfjørður

Funningsfjørður - Elduvík

Fakta

path icon
2t 30m

Tíð

path icon
5.6 km

longd

hilltop peak icon
358 m

Hægsta stað

family icon
104 m

Hæddarmetrar


family icon Egnaður børnum yvir 10 ár
difficulty icon Miðal - Gott at ganga allan vegin, hóast eitt sindur bratt í støðum – serliga niðan úr Funningsfirði. Eitt sindur langt og høgt
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur bratt í støðum, serliga í Funningsfirði. Í støðum er rættiliga vátt lendi
°C
m/s
Veður forsøgn

Available guided tours