Árnafjørður - Norðtoftir

  • fors-umynd-kristof-massoels-kristof-massoels-jpg
    Árnafharðar bygd Mynd: @kristof.massoels
  • 2020-06-16-rnafj-r-ur---nor-toftir-106-img-0106-jpg
    Tólvmarkaknúkur omanfyri Árnafjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-rnafj-r-ur---nor-toftir-109-img-0111-jpg
    Útsýnið uppi frá Sýnini yvir Árnafjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-rnafj-r-ur---nor-toftir-117-img-0122-jpg
    Útsýnið frá Toftaskarði oman yvir Svartadal, eystanfyri Árnafjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-rnafj-r-ur---nor-toftir-120-img-0125-jpg
    Meðan gingið verður oman gjøgnum Toftadal, omanfyri Meðan gingið verður oman gjøgnum Toftadal, omanfyri Norðtoftir, er útsýnið norður gjøgnum Hvannasund avbera vakurt. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-rnafj-r-ur---nor-toftir-125-img-0132-1-jpg
    Tað er knortlut og strævið at ganga oman frá Toftaskarði, gjøgnum allar teir leysu steinarnar í bratta dalinum. Fremst á myndini sæst Svarthamar. Mynd: Óli Gardshodn
  • copy-of-2020-06-16-rnafj-r-ur---nor-toftir-126-img-0134-jpg
    Tvørtur um hegnið og so tann seinasta teinin oman til rættina í Norðtoftum. Mynd: Óli Gardshodn

Tað er vakurt og friðsælt at ganga niðan úr Árnafirði. Komin upp á Toftaskarð er útsýnið avgera gott

Fjøllini í Norðoyggjum eru kend fyri at vera høg og grýtut, men eisini serstakliga stórsligin. Brúgvarnar eru breiðar og brattar, og í erva er lítið og onki vallað øki. Partur av túrinum gongur ígjøgnum hetta økið, og túrurin er tí rættiliga knortlutur – serliga oman gjøgnum Toftaskarð. 

 

Leiðin byrjar niðri í Árnafirði og gongur niðan gjøgnum nýggju geilina, líka heimanvert (vestan fyri) húsini hjá Theodor Askham Olsen, Viðurbyrgi 23 (sí ‘Byrjunarstaður’ niðanfyri).

 

Gøtan er sjónlig í fyrstuni, men tá ið komið verður longri niðan í Svartadal, er hon eitt sindur torfør at síggja. Tó eru nakrir varðar allan vegin niðan. Tað er lætt og sera friðarligt at ganga niðan undir Tólvmarkarknúk, niðan gjøgnum niðasta-, mið- og ovastastíggj og at enda niðan á Toftaskarð. 

 

Skarðið er alt, sum tað er, fylt við gróti, so leiðin oman til Norðtoftir er heldur torfør og ikki heilt vandaleys. Her skal ein halda seg á eystaru síðu á skarðinum, líka til komið verður oman úr grótinum og meira yvir í vallað lendi. Haðan kann verða hildið beint omaneftir eystan fyri Sjøt og síðan heim gjøgnum gøtuna í Kleiv til Norðtoftir. 

 

Ongi portur eru út um bøgarðarnar, so neyðugt er at finna hóskandi stað at klíva upp um hegn. Ráðiligt er at hava gpx-fíluna við sær, so at gingið verður rætta leið út um bøgarðarnar.

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. 
Partur av gøtuni kann gangast niðan á Toftaskarð, har góða útsýnið kann njótast, og haðan omanaftur eftir gøtuni til Klaksvíkar umvegis Katlarnar. Har er møguligt at ganga oman aftur til tunnilsmunnarnar eftir gøtuni frá Áarskarði.

Árnafjørður - Norðtoftir
Norðtoftir - Árnafjørður

Árnafjørður - Norðtoftir

Leið 500 (Klaksvík – Viðareiði) koyrur til bæði Árnafjørð og Norðtoftir

Tað tekur áleið 10min í bili at koyra til Árnafirðar úr Klaksvík 

Parkering, Árnafjørður
Í Árnafirði kann bilurin setast við vegin, har bygdagøtan byrjar – sí grønu linjurnar. Haðan skal gangast eftir bláu strikuni niðan gjøgnum geilina.

  • rnafj-r-ur-4-png
    Grøna linjan vísir á parkerings øki
  • rnafj-r-ur-1-png
    Grøna linjan vísir á parkerings øki. Túrurin byrjar niðri í Árnafirði við at ganga niðan gjøgnum nýggju geilina (vestanfyri) Viðurbyrgi 23

Norðtoftir - Árnafjørður

Leið 500 (Klaksvík – Viðareiði) koyrur til bæði Árnafjørð og Norðtoftir

Tað tekur 15min at koyra í bili til Norðtoftir úr Klaksvík 

Parkering, Norðtoftir
Í Norðtoftum skal bilurin setast uml. 210 m vestan fyri Norðtoftavegur 10 – sí grønu strikurnar. Haðan verður gingið eftir bláu strikunum niðan í rættina og so uml. 120 m beint niðaneftir, til komið verður á gøtuna.

  • nor-toftir-1-png
    Grønar linjur vísa á parkering og bláar linjur vísa á túrabyrjan. Leiðin byrjar við eitt hoyggjhús við Norðtoftaveg 10
Árnafjørður - Norðtoftir
Norðtoftir - Árnafjørður

Árnafjørður - Norðtoftir

Norðtoftir - Árnafjørður

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
3.5 km

longd

hilltop peak icon
466 m

Hægsta stað

family icon
462 m

Hæddarmetrar


family icon Ikki hóskandi við børnum. Best er at verða yvir 14 ár. Sera nógv grót, sum lætt er at skursla seg í
difficulty icon Torførur - Sera nógv og leyst grót er í Toftaskarði, sum ger tað krevjandi at ganga har
terrain icon Lendið í Árnafirði er vallað niðri við bygdina. So skjótt sum komið verður niðan á gøtuna í 70 m hædd, er lyngur og smágrót á gøtuni. Tað er hampiliga gott at ganga allan vegin niðan á Toftaskarð í 466 m hædd. Oman gjøgnum Toftaskarð er tó sera grýtut, líka til komið verður nakað oman og út undir eystaru síðu – niðri í uml. 320 m hædd. Haðan er vallað og gott at ganga allan vegin oman í Norðtoftir
4°C
7 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours