Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Argjahamar - Kongavarði

Stuttur og lættur túrur niðan á Kongavarða við sera vøkrum útsýnið – serliga yvir Havnina, Havnardal, Nólsoynna, Skálafjørðin og fjøllini norðanfyri.

Túrurin byrjar við Skúlan á Argjahamri.
Gakk niðan millum skúlan og spæliplássið beint sunnanfyri. Omanfyri spæliplássið er stigin tvørtur um hegnið. Ein útstykking er í gongd omanfyri hegnið. Tað kann verða ótespiligt at ganga niðan gjøgnum hetta økið – serliga tá lendið er vátt. Ansa eftir ikki at søkka niður í nakað runudíkið og royn bara sum fragast at koma niðan um. Arbeiðið væntast liðugt seinast í 2023. 
Komin niðan um hegnið omanfyri útstykkingina, sært tú fyrstu varðarnar omanfyri. Hetta eru varðarnir á bygdagøtuni til Kirkjubøar. Fylg varðunum uml. 400 metrar niðan til Klingrutjørn. Beint eftir Klingrutjørn, snarar tú til høgru av bygdagøtuni og heldur fram niðan vestureftir, fram við Rygsá gilinum. Fylg gilinum beina leið niðan móti teimum trimum stóru varðunum uppi á Kongavarða. 
Niðan við gilinum er valla og gott at ganga. Á leiðini er ein torvkrógv, og onkur onnur sæst skamt harfrá. Hóast hetta er Kirkjubøarhagi, so vóru tað Havnafólk sum skóru torv her. Argjafólk skóru fyri tað mesta frá Ónadali og sunnanfyri Glyvursreyn, kalla Suðuri í Dalinum. Tey máttu gjalda ein hálvan mans arbeiði fyri hvønn torvskurð. Ein mansskurður eru 60 leypar. Nevnast kann, at eitt ársbrenni vóru tríggir mansskurðir, tvs. 180 leypar. 
Komin niðan í brekkuna niðan gjøgnum Keksisskarð, gerst tað sera grýtur. Hetta kallast ikki Kirkjubøreyn uttan orsøk. Men teinurin niðan á er stuttur, so tað er skjótt og lutfalsliga lætt at ganga.
Navið Keksisskarð (úttalast tjeksisskarð), sigst koma av keksi, sum merkir ein lítil rætt. 
Tað sigst eisini, at her var ein rætt, sum vargur (t.e. sera styggur seyður), bleiv rikin í. Hetta var áðrenn festini vóru sundurbýtt, tvs. her hevur verið rikið í felag. Seyðurin bleiv rikin inn gjøgnum Botnaskarð, sum er 250 m. vestanfyri, og haðani oman í Keksisskarð. Garðurin sum gongur tvørtur um Keksisskarð, og sum gleiva verður upp um á veg niðan, er har, sum rættin var. Garðurin sum sæst ganga vestureftir er partur av frágarðinum sum gekk vestur um og oman gjøgnum Botnaskarð. Ringt var at reka seyð í hesum grýtuta lendinum við tí fótbúnaði, sum tá var. So seyðurin bleiv ofta vargur. 
Tað sigst, at alt laðingin í samb. við keksið, bleiv gjørd av navnframi Guttormi í Múla, sum livdi frá 1657 til 1737. Goldið bleiv við peningi frá Skansanum. Arbeiðskraftin vóru fangar úr fongslinum á Skansanum. 
Komin niðaná Kirkjubøreyn er útsýnið sera gott. Tú sært suður á Sandoynna og Kirkjubøkamb, eystur á Nólsoynna og norðuryvir Norðoyggjar, Eysturoynna, Streymoynna. Eisini er útsýnið oman yvir Havnina og út í Havnardal serstakt og vakurt. 
Sjálvt reynið her uppi er heilt serligt. Hetta mánakenda landskapið, við einans gróti og klettum sæst ikki nógva aðra staðni í Føroyum. Og í øllum hesum grótinum standa hesir sera stóru varðarnir. Tá danski kongurin vitjaði í 1907, vóru tríggir menn sendir niðan at halda útkikk og varskógva tá skipið kom. Av tí at tað bleiv langdrigið og kalt at bíða, gjørdu teir av, at byggja ein varða, fyri á tann hátt at halda hitan. Tað er tann mittasti varðin, sum er Kongavarði. Hinir eru lagaðir í 1980’unum og 90’unum.
Hetta er eitt gott stað at sita og njóta útsýnið við einum góðum dussi.
Túrurin oman aftur, er eftir somu leið sum niðan. 

Argir - Kongavarði

Argir - Kongavarði

Parkering - sí grønar markeringar á myndini. Blái pílurin vísir hvønn veg tú byrjar at ganga frá busssteðgiplássinum og frá parkeringsplássunum, niðan við skúlanum og spæliplássinum – niðan tvørtur um hegnið og út á gøtuna. 

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
3.5 km

longd

hilltop peak icon
320 m

Hægsta stað

family icon
240 m

Hæddarmetrar


family icon 6 + ár.
difficulty icon Miðal - Valla og grýtut lendið. Millum Klingrutjørn og niðan undir Keksisskarð er vallað. Annars er tað grýtut og hella meginpartin av túrinum. Niðan gjøgnum Keksisskarð og uppi á Kongavarða er tað bera grót.
terrain icon Ovasti partur, tvs. niðan gjøgnum Keksisskarð og niðan á Kongavarða, er sera grýtut.
°C
m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours