Æðuvík – Nes

  • li-gar-shorn-2019-09-03-uv-k-nes-115-img-0030-3-jpg
    Útsýnið av Vørðuni, suður á Nólsoynna. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-2019-09-03-uv-k-nes-115-img-0030-2-jpg
    Útsýnið frá Vørðuni norður yvir hagan omanfyri Nes og Toftum. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-2019-09-03-uv-k-nes-115-img-0030-4-jpg
    Útsýnið norður yvir Starvatn og syðra enda av Toftum. Í bakgrundini Strendur. Mynd: Óli Gardshodn
  • li-gar-shorn-2019-09-03-uv-k-nes-115-img-0030-1-jpg
    Bygdagøtan, har hon kemur niðan frá Nes. Mynd: Óli Gardshodn
  • faroeislands-92-nes-kevin-faingnaert-jpg
    Børn spæla á fifavølli á Nesi. Mynd: @kevin Faingnaert

Ein lættur, vakur og væl dámdur túrur fyri alla familjuna, har gingið verður ígjøgnum serstaka heiðalendið á eystara armi á Skálafjørðinum

Túrurin eftir varðagøtuni ímillum Æðuvík og Nes tekur á leið ein tíma. Lendið er vallað og gott at ganga, og tískil er hetta ein hóskandi túrur fyri tey, sum ikki orka so væl at ganga. 

 

Suðureftir er útsýnið yvir Nólsoynna og Havnina, og fyri norðan síggjast Skálafjørðurin og Sundini. Gøtan er uppmerkt við varðum, men tað er neyðugt at hyggja seg væl um, tí í støðum er langt ímillum varðarnar. Hjá tí, sum ikki er kendur á leiðini, er hent at hava GPX-fíluna við sær á túrinum. 

 

Borð og bonkur eru sett upp, har sum gøtan krossar vegin út á Eystnes. Her er gott at steðga á og njóta ein góðan matpakka. 

 

Eitt gott hugskot er at leggja leiðina niðan á  Vørðuna (160 m), haðani útsýnið breiðir seg yvir Nólsoynna, Sandoynna, Streymoynna, Kaldbaksfjørð, Kollafjørð, Skálafjørð og Sundalagið. Tað tekur á leið hálvan tíma eyka at ganga niðan á Vørðuna. 

 

Gøtan kann gangast báðar vegir og er væl frámerkt í báðum endum. Stór skelti vísa á, hvar hon byrjar, og útgreina rutuna við tekning og frágreiðing.

 

Gøtan er uppmerkt við varðum, men tað er neyðugt at hyggja seg væl um, tí summastaðni er langt ímillum varðarnar. Um tú ikki ert kendur á leiðini, er hent at hava GPX-fíluna við sær á túrinum.

Æðuvík – Nes
Nes - Æðuvík

Æðuvík – Nes

Um tit eru stødd í Havn ella Klaksvík, so hevur leið 400 samband við leið 442. Skift til leið 442 fyri at sleppa víðari til Æðuvíkar ella Nes.

Parkering í Æðuvík
Í Æðuvík eru góðar umstøður at seta bilin. Um bert ein bilur skal setast, so kann hann setast ymsastaðni tætt við, har gøtan byrjar. Men best er at halda seg til stóra parkeringsplássið beint uttan fyri rulluportrið til bygdina. Sí grønu frámerkini. Haðani skal gangast eftir bláu linjuni.

  • Parking-Æðuvík-Hiking.Villagepath
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • Parking-Æðuvík-Hike-Villagepath
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað

Nes - Æðuvík

Um tit eru stødd í Havn ella Klaksvík, so hevur leið 400 samband við leið 442. Skift til leið 442 fyri at sleppa víðari til Æðuvíkar ella Nes.

Parkering á Nesi
Á Nesi er eru góðir møguleikar at seta bilin á leið 60 metrar beint norðanfyri, har gøtan byrjar – sí grøna frámerkið. Haðani skal gangast eftir bláu linjuni niðan til portrið.

  • Parking-Nes-Hike-Villagepath
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • Parking-Nes-Hike-Villagepath
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
Æðuvík – Nes
Nes - Æðuvík

Æðuvík – Nes

Nes - Æðuvík

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
2.2 km

longd

hilltop peak icon
138 m

Hægsta stað

family icon
98 m

Hæddarmetrar


family icon Góð hjá børnum
difficulty icon Miðal - Gott at ganga allan vegin. Gøtan er uppmerkt við varðum, men tað er neyðugt at hyggja seg væl um, tí summastaðni er langt ímillum varðarnar
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Í støðum mýrilendi
2°C
4 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours