Fuglafjørður - Norðskála

  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-100b-img-0006-jpg
    Í hugnaliga økinum Vesturi í Dal í Fuglafirði, har nógvar gongugøtur eru gjørdar, byrjar bygdagøtan til Norðskála. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-109-img-0144-jpg
    Fuglafjørður, uppi frá Mýrarbotni. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-116-img-0162-jpg
    Útsýnið av Jøklaskarði oman móti Fuglafirði. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-117-img-0163-jpg
    Samgongusteinar á Jøklaskarði. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-118-img-0165-jpg
    Útsýnið av Jøklaskarð. Frammarlaga til høgru sæst Skálafjall, og aftast til til vinstru eyðkendi Reyðafelstindur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-120-img-0173-jpg
    Útsýnið av Skeljastíggi niðan á Jøklaskarð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-121-img-0175-jpg
    Útsýnið av Skeljastíggi oman yvir Millum Fjarða. Vegurin til høgru fer til Oyndarfjarðar. Til høgru í bakgrundini sæst Skarðið undir Nøvini, har bygdagøtan til Norðskála gongur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-136-img-0214-jpg
    Millum Fjarða uppi frá Vesturdali. Ovast uppi til vinstru, aftanfyri mjørkaflókarnar, er Jøklaskarð, sum leiðir til Fuglafjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-08-09-fuglafj-r-ur-nor-sk-li-145-img-0251-jpg
    Útsýnið av Skarðið undir Nøvini omanyvir Norðskála og sundini. Mynd: Óli Gardshodn

Ein vøkur, forvitnislig og sera fjølbroytt leið, ið eisini er lutfalsliga long at ganga

Í Fuglafirði byrjar farleiðin innast á Innandalsvegi, har gingið verður beint niðan gjøgnum portrið til rættina uppi við bøgarðin. Hetta er beint oman fyri økið Vesturi í Dal, har kommunan hevur fríðkað um við fleiri gongugøtum. Haðani gongur leiðin uttangarðs fram við bøgarðinum, til komið verður undir Heyggin Mikla, har gøtan áraka SEV-linjuna tekur seg niðan í Mýrarbotn. Uppi í Mýrarbotni gongur tú fyri teg sjálvan í friðarliga, slætta mýrilendinum undir Blábjørgum. Við brøttu rókunum á báðum síðum er ódrúgt at ganga fram við ánni niðan á 521 m høga Jøklaskarð, har stóru Samgongusteinar standa. 

Bert einstakir varðar síggjast úr Fuglafirði niðan á Jøklaskarð. Um tú ivast, hvussu tú skalt ganga, ber til at fylgja SEV-linjunum.

Frá Jøklaskarði verður gingið oman á Oyndarfjarðarvegin, har leiðin í støðum er rættiliga brøtt. Á leiðini eru tríggir hamrar at ganga oman ígjøgnum, har varðar vísa á góðar stíggjar at ganga ígjøgnum, harav tann niðasti, Skeljastíggjur, er beint sunnan fyri ánna. Varðar eru allan vegin.

Frá Oyndfjarðarvegnum gongur tú beina leið vestureftir, hagar Funningsfjarðarvegurin (Gerðisvegur) kemur inn á vegin millum Fjarða. Okkurt hegn er á farleiðini, ið tú mást klíva upp um, tí ongir vinarstigar eru. 

Fyrsti partur av gøtuni frá vegnum Millum Fjarða, niðan undir Vesturdal, er rættiliga serstøk, við ójøvnum lendi, heyggjum og nógvum áum, ið tó oftast eru nærum turrlagdar til elorku. Fyrsti varði á hesum partinum stendur uppi við SEV-byrgingina á Reiðgøtuni. 

Komin niðan á Reiðgøtu gerst lendið alt meira eitt stórt mýrulendi, sum røkkur heilt niðan undir skarðið undir Nøvini. Tað er sera vakurt at ganga hesa leiðina, har útsýnið er gott, bæði norður gjøgnum Funningsfjørð og suður Millum Fjarðar, og høgu røkurnar við stóru urðini undir Nøvini hevja seg omanfyri. Varðar eru allan hendan vegin niðan á skarðið.

Av skarðinum verður gingið vestureftir høgrumegin hegnið. Eingin vinarstigi er, so gleivast má um hegnið fyri at halda fram eftir leiðini.

Stutt og vallað er oman til tunnilsmunnan. Eisini her er eitt hegn, har gleivast skal upp um, so at gingið verður oman sunnanvert hegnið. Varðar eru allan vegin oman, tó at tann niðasti er niðurfallin (í 2020).

Um ikki verður steðgað á við tunnilsmunnan, ber til at ganga oman eftir bygdagøtuni til stóra parkeringsplássið á niðara landsvegi, haðani gingið kann verða víðari, t.d. til busssteðgiplássið hjá SSL á Oyrarbakka. 

Fuglafjørður - Norðskála
Norðskála - Fuglafjørður

Fuglafjørður - Norðskála

Busssamband Fuglafjørður: SSL leið 410 Klaksvík – Fuglafjørður, Fuglafjørður – Klaksvík. Skiftast kann í Gøtudali millum leið 400, sum koyrir Tórshavn – Klaksvík og Klaksvík – Tórshavn. 

Parkering, Fuglafjørður, niðan fyri Innandalsveg 86 (ovast á Innandalsvegi)

Set bilin innast á Innandalsvegi (sí grønu strikuna) og gakk haðan út gjøgnum portrið beint við og so uml. 125 m niðan til rættina, haðani tað slepst út gjøgnum portrini í rættini (sí bláu strikurnar á myndini). Minst til at lata portrini aftur eftir tær.

  • fuglafj-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • fuglafj-3-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • fuglafj-4-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • fuglafj-5-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • fuglafj-2-png
    Grøna avmarkingin vísir til parkeringpláss.

Norðskála - Fuglafjørður

Busssamband Norðskála: SSL leið 450 Skálafjørður - Kollafjørður

Parkering, tá ið gingið verður móti Fuglafirði
Tað eru fleiri parkeringsmøguleikar, um tú velur at ganga farleiðina móti Fuglafirði, alt eftir hvussu langan túr tú hevur hug at ganga. Á leiðini verður gingið yvir um landsvegin fleiri ferðir; á Oyndarfjarðarvegnum, á vegnum millum Fjarða og aftur við tunnilsmunnan norðan fyri Norðskála. Her verða bara stytsta og longsta leið lýstar.

Parkering, Oyndarfjarðarvegur
Um gingið skal verða stytstu leiðina eftir bygdagøtuni til/úr Fuglafirði, ber til at seta bilin á parkeringsplássinum, ið liggur uml. 1,8 km niðan eftir Oyndarfjarðarvegnum (sí grønu linjuna). Gakk hiðan niðan eftir bláu strikuni til Fuglafjarðar.

Parkering, stóra parkeringsplássið við landsvegin oma

  • nor-sk-li-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • oyndarfjar-arv-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • nor-sk-li-3-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • nor-sk-li-2-png
    Grøna avmarkingin vísir til parkeringpláss. Bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • oyndarfjar-arv-2-png
    Grøna avmarkingin vísir til parkeringspláss.
Fuglafjørður - Norðskála
Norðskála - Fuglafjørður

Fuglafjørður - Norðskála

Norðskála - Fuglafjørður

Fakta

path icon
3t 30m

Tíð

path icon
10.4 km

longd

hilltop peak icon
521 m

Hægsta stað

family icon
776 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg ikki við børnum. Hann er ov langur, og ov nógvir hæddarmetrar. Um bert partur av bygdagøtuni verður gingin, so er er hon lutvíst barnavinarlig, t.d. strekkini: 1: Norðskálatunnilsmunnin vestanfyri – Millum Fjarða: 8 ár og eldri 2: Fuglafjørður – Oyndarfjarðarvegurin: 10 ár og eldri
difficulty icon Avbjóðandi - Bygdagøtan er rættiliga long og við nógvum hæddarmetrum. Í støðum er hon brøtt, og aðrastaðni er mýrilendi. Einstøk hegn eru á leiðini, sum klúgvast skal upp um
terrain icon Vallað meginpartin av vegnum. Í støðum bratt ella vátt lendi. Okkurt strekki er eitt sindur av leysum tilfari
5°C
4 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours