Elduvík - Oyndarfjørður

  • elduvik-village-by-byolafsdottir.jpg
    Gróthús í Elduvíkarbygd. Mynd: @byolafsdottir
  • james-currie-photography-elduv-k-jpg
    Marmennilin í Elduvík. Mynd: James Currie Photography
  • villagepath-between-Elduvik-and-oyndarfjørður-photo-byolafsdottir.jpg
    Útsýnið av Elduvík frá gøtuni. Mynd: @byolafsdottir
  • harriet-av-g-r-um-fer-ist-egnum-landi-elduv-k6-jpg
    Steyri tætt við Elduvík. Mynd: @byolafsdottir
  • elduv-k-270419-highres-005-tr-ndur-dalsgar-jpg
    Closed for Maintenance toymi 2019 viðlíkahalda leiðina. Mynd: Tróndur Dalsgarð
  • harriet-av-g-r-um-fer-ist-egnum-landi-elduv-k2-jpg
    Ígjøgnum Elduvíkarlíð. Mynd: @byolafsdottir
  • harriet-av-g-r-um-fer-ist-egnum-landi-elduv-k-jpg
    Mynd: @byolafsdottir
  • harriet-av-g-r-um-fer-ist-egnum-landi-elduv-k5-jpg
    Minnist til ein góðan matpakka. Mynd: @byolafsdottir
  • eofb21ua-jpeg
    Varðar á skarðinum vísa vegin millum Elduvík og Oyndarfjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • harriet-av-g-r-um-fer-ist-egnum-landi-elduv-k3-jpg
    Mynd: @byolafsdottir
  • f6xsl9yw-jpeg
    Útsýnið frá Skarðssteini yvir Oyndarfjørð. Mynd: Óli Gardshodn

Njót ein vakran túr eftir bygdagøtuni ímillum Elduvík og Oyndafjørð

Gamla bygdagøtan í líðini, beint sum tú ert komin úr Elduvík, er vøkur og góð at ganga á, hóast har er rættiliga bratt. Gøtan er væl hildin, og seinast, bøtt varð um gøtuna, var í 2019, tá ið Elduvíkslíð var partur av Closed for Maintenance-verkætlanini. Eisini vórðu steyrar settir niður oyndarfjarðarmegin, so gøtan er væl uppmerkt allan vegin.

 

Nógvar forvitnisligar frásagnir finnast á leiðini. Áðrenn kirkjan í Elduvík varð bygd í 1952, var siður, at yngsti gubbin skuldi renna heim til Elduvíkar við barninum, beint eftir at tað var doypt, so barnið kundi verða kvikt og orka væl at ganga. Í 1906, tá ið ein ungur drongur skuldi gera eftir hesum siði og renna úr Oyndarfirði við lítlu gentuni, ið júst var doypt Jana, mundi endað galið. Drongurin fór á glið við Skarðgil, ið er á brattasta strekkinum í Elduvíkslíð. Hann gleið og mundi farið á sjógv, men steðgaði lukkutíð niðast á tromini, beint áðrenn bæði fóru útav, og ongin skaði hendi. Hetta staðið hevur síðani fingið navnið Janusaryggur.

 

Tað nógvir møguleikar eru at njóta ein steðg, eitt nú við Kelduna Vígdu, beint sum komið verður úr líðini og inn í skarðið. Tað var har, í Vaktarhúsi, tey fyrr sótu og hugdu eftir sjórænaraskipum. Her er gott útsýni oman á helluna, yvir á Kalsoynna við Nestindum, yvir í Funningslíð og vøkru helluna frá Kolbeinagjógv út móti Fjalltanga.

 

Serliga hugtakandi er at lata eyguni hvíla við flata Borgaran og spíska og tinduta Nestind á Kalsoynni. Tað var júst undir Nestindi at Páll Fangi fjaldi seg fyri myndugleikunum í 1600-talinum. Páll Fangi var bóndasonur úr Mikladali. Søgnin sigur at hann av órøttum varð ákærdur fyri morðið á faðirin. Hann var tikin til fanga og førdur til Havnar, men megnaði at flýggja heili 3 ferðir. Ta einu ferðina fjaldi hann seg í eitt heilt ár undir Nestindum.

Halt leiðina fram og fylg steyrunum oman til hagaportrið. Túrurin endar við vegin uppiyvir Oyndarfirði. 

 

Til ber at ganga túrin úr báðum endum. Kanska er vakrari at ganga ímóti Elduvík og njóta góða útsýnið og friðin í lítlu bygdini, tá ið tú kemur fram.  

Elduvík - Oyndarfjørður
Oyndarfjørður - Elduvík

Elduvík - Oyndarfjørður

Ongin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Oyndarfjarðar.

Parkering, Elduvík
Í Elduvík eru góðar umstøður at seta bilin við Kirkjuna í Elduvík. Eisini kann bilurin standa beint við kirkjugarðin, ið er at finna eystast í bygdini, har sum bygdagøtan fer til Oyndarfjarðar.

  • parking-starting-point-elduvik-oyndarfj-villagepath-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á túra byrjan
  • parking-starting-point-elduvik-oyndarfj-villagepath-1-png
    Parkering, Elduvík 

Oyndarfjørður - Elduvík

Ongin almennur bussur fer til Elduvíkar ella Oyndarfjarðar.

Parkering, Oyndarfjørður
Parkeringsmøguleikarnir eru góðir í Oyndarfirði við fótbóltsvøllin omanfyri bygdina – sí grønu markeringarnar. Haðani skal gangast eftir bláu linjunum út gjøgnum jarnportrið við vegin, og haðani víðari eftir pelunum niðan til portrið. Haðani er sjónlig gøta víðari.

  • parkering-kort-oyndarfjordur-nytt-png
    Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið og bláa strikan vísir hvar túrurin byrjar.
  • parkering-oyndarfjordur-nytt-png
    Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið og bláa strikan vísir hvar túrurin byrjar.
  • parking-startingpoint-hike-villagepath-elduvik-oyndarfjordur-png
    Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið og bláa strikan vísir hvar túrurin byrjar.
  • startingpoint-hike-villagepath-elduvik-oyndarfjordur-png
    Bláa strikan vísir hvar túrurin byrjar.
Elduvík - Oyndarfjørður
Oyndarfjørður - Elduvík

Elduvík - Oyndarfjørður

Oyndarfjørður - Elduvík

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
3.3 km

longd

hilltop peak icon
159 m

Hægsta stað

family icon
174 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin er egnaður til børn 10 ár og eldri, tá ið gingið verður saman við vaksnum
difficulty icon Avbjóðandi - Tað er brætt í støðum, men gøtan er væl viðlíkahildin. Tað er alneyðugt at halda seg á gøtuni í bratta lendinum
terrain icon Rættiliga bratt er í Elduvíkslíð, og sjógvurin niðanfyri kann tykjast dragandi, men gøtan er væl hildin, og handlisti er sett inn í bergið í støðum, ið ger tað tryggari at ganga. Lendið er annars vallað og gott at ganga á meginpartin av gøtuni
11°C
8 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours